Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Langasandur - Saksun

  • alessio-mesiano---sundini-strait-and-the-village-of-sv-n-ir-jpg
    Útsýnið yvir Svínáir og Langasand. Mynd: Alessio Mesiano
  • langasandur---saksun-100-img-0117-jpg
    Langasandur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-09-langasandur---saksun-108-img-0145-jpg
    Útsýnið frá Grønubrekku yvir á Svínáir. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-09-langasandur---saksun-110-img-0154-jpg
    Ávegis niðan móti Knúkinum á bygdagøtuni frá Langasandi til Saksun. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-09-langasandur---saksun-118-img-0177-jpg
    Útsýnið yvir Úti á Dølum, sum førir oman í Dalagjógv. Í bakgrundini Vágarnar og aftast Mykines. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-09-langasandur---saksun-126-img-0190-jpg
    Útsýnið yvir Saksun frá Suður á Gili í 525m. hædd. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-08-09-langasandur---saksun-133-img-0208-jpg
    Útsýnið omanfyri Saksun. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein góður og friðarligur túrur. Serliga vøkur er leiðin oman ímóti Saksun

Á Langasandi er best at seta bilin við rættina, har Rættargøta endar, og haðani ganga út gjøgnum rættina. Tá ið komið er út gjøgnum portrini í rættini, eru 60 m til eitt op í hegninum. Haðan verður gingið beina leið niðaneftir, til komið verður á gøtuna, sum ikki sæst av Langasandi. Mælt verður til at brúka GPS fyri at ganga røttu leið.

 

Í Saksun er heldur ikki sjónlig gøta til Langasands, tí tað eru so fá, ið ganga hesa leiðina. 4 varðar eru á gøtuni, og teir eru allir á tí seinasta strekkinum frá Langasandi niðan undir Knúk, frá 373 m hædd niðan í 505 m hædd.

 

Í Saksun ber til at seta bilin við stóra parkeringsplássið beint norðan fyri brúnna um Saksunarvatn. 

 

Gøtan kann gangast báðar vegir, so veðurforsøgn og ferðslumøguleikar eru avgerandi. Túrurin er tó vakrari er at ganga til Saksunar. 

Langasandur - Saksun
Saksun - Langasandur

Langasandur - Saksun

Leið 202 ið koyrur av Oyrarbakka til Tjørnuvíkar steðgar á í Langasandi. Leið 450 koyrur úr Tórshavn til Oyrarbakka.

Parkering, Langasandur
Á Langasandi ber til at seta bilin við rættina, har Rættargøta endar (sí mynd)

  • parkering-langasandur-1-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsmøguleikar, og bláa linjan á byrjunarstað
  • parkering-langasandur-2-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsmøguleikar, og bláa linjan á byrjunarstað
  • parkering-langasandur-3-png
    Bláa linjan vísir á byrjunarstað

Saksun - Langasandur

Eingin almenn leið koyrur til Saksun

Parkering, Saksun
Í Saksun ber til at seta bilin á stóra parkeringsplássinum beint norðan fyri brúnna um Saksunarvatn.

  • parkering-saksun-1-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsmøguleikar, og bláa linjan á byrjunarstað
  • parkering-saksun-2-png
    Grøna linjan vísir á parkeringsmøguleikar, og bláa linjan á byrjunarstað
Langasandur - Saksun
Saksun - Langasandur

Langasandur - Saksun

Saksun - Langasandur

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
6 km

longd

hilltop peak icon
522 m

Hægsta stað

family icon
500 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg til børn yvir tíggju ár
difficulty icon Avbjóðandi - Gott at ganga allan vegin, men nógvir hæddarmetrar og eitt sindur bratt í støðum oman fyri Saksun. Eisini er bratt niður í gilið oman fyri Kopp, har smábørn ikki mugu ganga leys
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Eitt sindur grýtut oman til Saksun við Kopp
9°C
3 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours