Serstaka stabbagrótið á Stórareyni, norðanfyri Skælingsfjall. Stórareyn er partur av kendu Streymoyarsyllini- Mynd: Óli Gardshodn
Útsýnið omanfyri bøgarðsportrið oman móti Leynum. Mynd: Óli Gardshodn
Niðan frá Leynum, verður gingið tætt niðan fram við Kollfjarðargjógv og vatnverkinum, sum liggur beint niðanfyri gjónna. Mynd: Óli Gardshodn
Omanfyri Setberg, í 250 m. hædd, er sera gott útsýnið. Her síggja vit Kvívík og til høgru Egilsfjall, 618 m. Mynd: Óli Gardshodn
Útsýnið omanfyri Setberg suður eftir vestursíðuni á Streymoyarlandinum, har vit síggja Skæling, Skælingsfjall, 767 m. Longur suðuri er Gjáarbotnur og Skorardalur. Í baksýninum heilt til høgru hómast Koltur og Sandoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
Útsýnið niðanfyri Hjallabrúnna eystur eftir Hóvabrekku og hálsin, sum vit ganga tvørturum. Til høgru Marknagil og omanfyri stabbagrótið á Regnsendanum. Mynd: Óli Gardshodn
Gøtan tvørtur um ánna omanfyri Marknagil. Mynd: Óli Gardshodn
Útsýnið oman gjøgnum Marknagil. Mynd: Óli Gardshodn
Útsýnið suður móti Skælingsfjalli, 767 m. Mitt tvørtur gjøgnum myndina, sæst serstaka stabbagrótið á Stórareyni. Hetta er partur av kendu Streymoyarsyllini, sum er eitt sokallað óregluligt innskot, sum bylgjar upp og niður gjøgnum basaltfláirnar. Eitt satt spælipláss hjá geologum. Mynd: Óli Gardshodn
Eftir gøtuni niðan framvið stabbagrótinum á Regnsendanum. Mynd: Óli Gardshodn
Tjørnin á Brekkunum. Mynd: Óli Gardshodn

Landslagið er fjølbroytt og Stabbagrótið á Stórareyni skarar framúr á leiðin
Serliga vakurt er at ganga ímóti Leynum, og hetta er eisini ein munandi lættari túrur, av tí at byrjað verður so høgt uppi. Gøtan er nógv gingin, eisini við rossum, og tað sæst væl við nógvu rossasporunum á leiðini. Friðsælt og vakurt er inni í dalinum, tvørtur um Marknagil og víðari niðan, har tú sært niðan í Líraberg og stabbagrótið á Stórareyni. Tað er ikki so væl uppmerkt, har bygdagøturnar byrja í hvør sínum enda, men annars eru nógvir varðar, ið eisini eru í góðum standi. Av tí at gøtan er so mikið nógv traðkað, sæst hon væl allan vegin, tó ikki seinastu metrarnar oman á Oyggjarvegin. Portur eru at ganga um í Leynum. Tað er vakrari og lættari at ganga ímóti Leynum.