Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Leynavatn - Vestmanna

  • Leynavatn-Vestmanna-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Túrurin byrjar við Leynavatn. Mynd: Ingrid Hofstra
  • Leynavatn-Vestmanna-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Sílafiskarar eru javnan at síggja við Leynavatn. Mynd: Jan Kellr
  • Leynavatn-Vestmanna-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Michelin matstovan Koks umhvørvinum heldur til í náttúruvakra økinum frammi við Gjónna við Leynavatn. Mynd: Ingrid Hofstra
  • Leynavatn-Vestmanna-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Ein spógvi hvílir seg á einum varða á bygdagøtuni ímillum Leynavatn og Vestmanna. Mynd: Óli Garðshorn
  • Leynavatn-Vestmanna-Hike-Villagepath-Faroe-Islands
    Í Vestmanna verður gingið oman í Heygadal gjøgnum Tvørbrekkuna. Har verður farið tvørtur um breiðu ánna og haðan fram við ánni oman á vegin, sum gongur oman til Vestmanna. Mynd: Óli Garðshorn
hike poster

Í vakra umhvørvinum frammi við Gjónna við Leynavatn, har sum Michelin matstovan KOKS heldur til, verður gingið niðan við Ærgisá og yvir í tann djúpa og langa Heygadal

Túrurin byrjar við Leynavatn, har koyrt kann verða inn gjøgnum Drangaósa og víðari inn gjøgnum Oyrarnar, so langt sum til ber, uttan at fara tvørtur um nakra djúpa á. Bilurin kann so setast á eini sandoyru, haðan farið verður til gongu inn í dalin, fram við Dalá. Komin nakað inn um Koks matstovuna við Gjónna verður gingið eftir løgasteinunum yvir um ánna. Haðan skrátt niðan undir Navurtunguna, har farið verður tvørtur um ta breiðu og vøkru Ærgisá. Við vakra útsýninum yvir dalin verður síðan gingið niðan við ánni, yvir um Gotursháls og oman í Heygadal. 

 

Komin niðan á fyrstu høvdina sæst fyrsti varðin. Haðan standa teir tætt allan vegin oman til ánna í Heygadali. Uppiá eru varðarnir tættir og stórir, so tað er lætt at finna vegin. Men á sjálvum Goturshálsi krossar hendan bygdagøtan eina aðra bygdagøtu, nevniliga ta millum Kvívík og Hvalvík. Her skal ansast eftir ikki at fara skeivur av varðunum. 

 

Uppi á Goturshálsi verður gingið gjøgnum Ognarhagan, sum er størsti hagi í Føroyum við 500 áseyðum. Hetta er eisini størsti matrikul í Føroyum, nevniliga umleið 15 km2.

 

Í Vestmanna verður gingið oman í Heygadal gjøgnum Tvørbrekkuna. Har verður farið tvørtur um breiðu ánna og haðan fram við ánni oman á vegin, sum gongur oman til Vestmanna. Hendan áin setur sín vakra dám á dalin. 

 

Tað er lætt at ganga tvørtur um stóru áirnar á hásumri. Munandi torførari er tað hinar árstíðirnar, har tað ikki altíð ber til.

Leynavatn - Vestmanna
Vestmanna - Leynar

Leynavatn - Vestmanna

Bussur steðgar í Leynum og í Vestmanna, sí SSL leið 100/300 

Tað er lættast at koyra við egnum bili.


Parkering, Leynavatn
Við Leynavatn kann verða koyrt so langt inn í dalin, sum til ber, uttan at koyra tvørtur um nakra á (sí bláa frámerking), og bilurin verður siðan settur á eina sandoyru. Haðan verður gingið niðan í dalin, nakað longri enn niðan til húsið, har sum Koks heldur til.

  • kort-parking-leynavatn-villagepath-to-vestmanna-jpg
    Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar. Set bilin við grønu linjuna.
  • Parkering-Leynavatn
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.

Vestmanna - Leynar

Bussur steðgar í Leynum og í Vestmanna, sí SSL leið 100/300

Tað er lættast at koyra við egnum bili.

Parkering, Vestmanna
Í Vestmanna verður koyrt niðan eftir Leitisvegi og bilurin settur beint oman fyri byrgingina í Hagadali (sí grønu frámerkingina á myndini). Haðan verður gingið eftir bláu strikuni niðaneftir.

  • kort-parking-vestmanna-villagepath-to-leynavatn-jpg
    Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
  • Parking-Vestmanna
    Parkering í Vestmanna. Set bilin við grønu linjuna. Bláa linjan vísir hvar túrurin byrjar.
Leynavatn - Vestmanna
Vestmanna - Leynavatn

Leynavatn - Vestmanna

Vestmanna - Leynavatn

Fakta

path icon
2t 0m

Tíð

path icon
5 km

longd

hilltop peak icon
384 m

Hægsta stað

family icon
356 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg við børnum yvir 10 ár. Um børnini verða borin tvørturum, kunnu tey vera 6 ár og eldri. Annars er gott at ganga, men heldur langt
difficulty icon Avbjóðandi - Gangast skal um tvær áir (Dalá í Leynavatn og í Heygadali). Áirnar eru onkuntíð stórar og truplar at sleppa tvørtur um. Ongir stórir veruligir løgasteinar eru lagdir í ánna at ganga eftir. Men har eru tó aðrir steinar í áunum, sum gangast kann eftir, tá ið turt er um summarið. Um Dalá er stór, kann verða gingið 400 m longri niðan eftir áarbakkanum á eystaru síðu, til komið verður heilt fram til seyðahúsið á Ærgisáfløtu
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin. Í støðum eitt sindur vátligt – serliga tvørtur um Gotursháls. Gangast skal um tvær áir, har løgasteinarnir eru at ganga eftir, tá ið lítið vatn er í áunum
2°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours