Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Miðvágur - Vatnsoyrar
Ein lættur gongutúrur við fjølbroyttum útsýni yvir flogvøllin, Trælanípuna og heilt suður í Hest
Bygdagøtan ímillum Miðvág og Vatnsoyrar er ein vælegnaður túrur til teirra, ið vilja hava eina vakra og fjølbroytta náttúruuppliving, ið er lætt atkomilig og løtt at ganga.
Túrurin varir á leið ein tíma, og útsýnið á leiðini strekkir seg yvir Koltur, Hest, Trælanípuna, Leitis-/Sørvágsvatn, flogvøllin og Mykines.
Gøtan er sjónlig, og varðar eru allan vegin, men tað kann vera torført at finna, hvar gøtan byrjar. Í Vatnsoyrum er lætt at finna hagaportrið, og haðani sæst fyrsti varðin týðiliga, so tað kann vera gott at byrja her hjá tí, sum ikki er staðkendur.
Lendið er vallað og gott at ganga mestsum allan vegin, men í støðum er eitt sindur vátt. Við Vatnsoyrar er nakað av leysum gróti á gøtuni, og onkustaðni er nakað bratt.
GPX-fílan er hent fyri at finna røttu leiðina niðan gjøgnum geilina í Miðvági.
Miðvágur - Vatnsoyrar
Leið 300 koyrir regluliga úr Havn og steðgar bæði í Miðvági og í Vatnsoyrum. Um ferðast verður úr norðurøkinum, so ber til at fara við leið 450 og skifta til leið 300 í Kollfjarðadali.
Parkering, Miðvágur
Set bilin við grønu linjurnar, antin við kirkjuna ella uppi við vatnbrunnarnar. Við brunnarnar er bert pláss fyri 3 bilum. Gakk haðani eftir bláu linjunum og út ígjøgnum portrið (portrið sæst ikki á myndini).
Vatnsoyrar - Miðvágur
Leið 300 koyrir regluliga úr Havn og steðgar bæði í Miðvági og í Vatnsoyrum.
Parkering, Vatnsoyrar
Parkera við grønu linjuna við lítla grótbrotið við vegendan á Oyravegi 13. Gakk haðani eftir bláu linjunum út gjøgnum portrið.
Miðvágur - Vatnsoyrar
Vatnsoyrar - Miðvágur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar