Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Norðradalur – Tórshavn
Ein sera góður og vakur túrur niðan gjøgnum Sunnara skarð í Norðradali (Fólkaskarð). Djúpi og slætti Sunnari botnur, omanfyri Norðradal, við brøttu røkrunum rundanum, er óvanliga friðsælur og vakur at ganga ígjøgnum
Til ber at seta bilin av við gamla skúlan í bygdini. Túrurin byrjar við gøtuni, har bøgarðsportur og gongutúraskelti eru uppsett. Fylg reyðu pelunum til vinstru niðaneftir og tak ikki feil av teimum sum fara til Syðradals.
Tað er hampiliga bratt at ganga niðan í Sunnara botn, men kortini er vallað og gott at ganga allan vegin. Komin niðan í slætt í Sunnara botni, gerst alt so serstakliga friðsælt, hugnaligt og vakurt, serliga í vesturskini. Ikki sørt, at her eisini er eitt ríkt fuglalív.
Úr botningum verður gingið norðaru megin ánna, niðan gjøgnum bratta Rossaryggi, sum er uml. 70m. høgur – niðan í lítla dalin beint omanfyri. Við fyrsta varðan beint omanfyri Rossarygg er vakurt at hvíla eina løtu við einum góðum kaffimunni, við góðum útsýni yvir allan Norðradal og heilt vestur til Vágafjøllini. Hinu megin ánna, undir røkrunum á Tungulíðfjalli, síggja vit hina gøtuna niðan gjøgnum Sunnara botn, kallað niðan gjøgnum Hellissvað. Tann gøtan bleiv vanliga brúkt, tá ross vóru við – og tískil kallað Rossagøtan.
Ein søgn er um hetta plássið omanfyri Rossarygg. Søgnin sigur frá einum presti, sum var ávegis úr Havn til Norðradals at prædika fyri fólkinum, fyri at broyta teirra trúgv. Norðradalsmenn, sum vóru í Havnini, komu í fylgiskap við hendan prest, men teimum dámdu onki hansara ørindi í Norðradali. Teir avtalaðu tí sínámillum at tá teir komu oman gjøgnum skarðið, skuldu teir stoyta hann oman. Presturin, sum var ókunnigur og einki ilt vardi, bleiv skumpaður útav her uppi á Rossaryggi og steðgaði ikki fyrr enn niðri á sløttum, men tá hevði hann brotið hálsin og var deyður. Skarðið verður í dag eisini kallað Lýðarssonarskarð ella Lýsnaskarð – allarhelst eftir prestinum.
Víðari verður gingið stutta teinin niðan í dalin omanfyri og haðani víðari niðan á Sunnara skarð, har vit njóta góða útsýnið oman yvir Kallbaksfjørð og eystur á Eysturoynna. Haðani er slætt og gott at ganga oman gjøgnum reynið, til Sundsháls, og haðani eftir Havnardalsbrúnni yvir á Bøllureyn, og síðan umvegis Kleynsvarða og Keldurnar uppi á Varða, oman til Brandstøðina í Tórshavn.
Hetta økið eystanfyri Sunnara skarð, er rættuliga slætt og verður nógv brúkt av havnafólki til fjallarenning og ríðitúrar.
Norðradalur – Tórshavn
Onki busssamband er til Norðradals.
Parkering, Norðradalur
Til ber at seta bilin á stóra parkeringsplássið, har vegurin fer sundur, t.e. við brúnna. Eisini ber til at seta bilin á parkeringsøkið niðri við eystara býlingin. Haðani verður gingið út gjøgnum portrið oman fyri eystaru húsini, Norðradalsvegur nr. 1, og síðani beint eystureftir niðan til bøgarðsportrið – kallað Havnaportrið. Hegnað er tvørtur um gøtuna, so her skalt tú bara fylgja hegninum niðan til bøgarðin, har ein smoga er at ganga ígjøgnum. (sí myndir)
Tórshavn - Norðradalur
Í Tórshavn koyrir býbussurin eftir Vegnum Langa, haðani gongugøta er niðan til Brandstøðina.
Parkering, Tórshavn
Í Tórshavn kann parkerast á parkeringsplássinum hjá Tórshavnar Kommunu, omanfyri Brandstøðina, Oyggjarvegur 40. Haðani verður gingið eftir bláu linjuni út á bygdagøtuna.
Onki busssamband er til Sundsháls.
Parkering, Sundshálsur
Á Sundshálsi eru góðir møguleikar at seta bilin á eitt av parkeringsplássunum fram við Oyggjarvegnum og fram við vegnum, sum fer niðan til tjørnina á Sundshálsi (sí mynd).
Til ber at seta bilin á parkeringsplássið, har rutan byrjar.
Norðradalur – Tórshavn
Tórshavn - Norðradalur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar