Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leitingarúrslit

INSPIRATION & ARTICLES

EVENTS, TOURS & HIKES

PLACES

Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Events & Tours(FO)

Places(FO)

Gongutúrar

Øravík - Vágur

  • 2021-04-24-suduroyarturur-002-img-0569-jpg
    Útsýnið yvir syðra part av Øravík. Bygdagøtan til Vágs gongur niðan gjøgnum dalin og tvørtur um Mannaskarð, sum er beint til vinstru fyri fjallið Laðanfelli í miðjuni. Til høgru sæst Nónfjall (427m.). Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-009-img-0488-jpg
    Útsýnið oman yvir Øravík, frá Mannaskarði. Longst til vinstru, í gilinum beint undir miðjuni á myndini, sæst niðasti partur av Tingstovuni - gamli tingstaðurin í Suðuroynni, eisini kallaður Uppi millum stovur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-008-img-0194-jpg
    Ávegis niðan úr Øravík, 150m. niðanfyri Tingstovuna. Her ganga vit framvið Rossatindi - tí lítla heygnum á myndini, har hestarnir hjá teimum sum møttu á Tingstovuni blivu tjóðraðir. Hetta økið er sermerkt við sínum heyggjum, dysjum og klovningum, sum hevur sín uppruna orsaka av serligari jarðfrøðiligari trýst ávirkan. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-008-img-0584-tingstovan-jpg
    Tingstovan - gamli tingstaðurin í Suðuroynni, eisini kallaður Uppi millum stovur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-010-img-0491-jpg
    Av Mannaskarði er útsýnið gott yvir dalin omanfyri Øravík og Nónfjall, 427m., umframt gamla tingstaðin í Suðuroynni, Tingstovuna, sum sæst í gilinum beint niðanfyri stóru urðina undir Nónfjalli. Um tað er klárt í veðrinum, síggjast eisini oyggjarnar norðanfjørðs. Til høgru sæst Øravík koma undan við Tvøroyri hinumegin Trongisvágsfjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-011-img-0492-jpg
    Útsýnið frá Mannaskarði yvir dalin omanfyri Øravík. Til vinstru Nykavatn og til høgru Enni, 424m. Í baksýninum Froðba. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-012-img-0481-jpg
    Útsýnið av Mannaskarði tvørtur yvir Trongisvágsfjørð og djúpa og vakra Hvannhaga. Í baksýninum Skúgoy and Sandoy. Aftast radarin á Sornfelli (749m.) and Skælingur (767m.), ávikavist 62km and 65km norðanfyri. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-013-img-0486-jpg
    Útsýnið frá Mannaskarð yvir Trongisvágsfjørð. Fremst á myndini sæst Øravík, meðan Tvøroyri og Froðba síggjast hinumegin fjørðin. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-014-img-0463-jpg
    Útsýnið yvir Hov, frá Mannaskarði. Til høgru sæst ein lítil partur av Vatnsnes koma undan. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-015-img-0465-jpg
    Útsýnið frá Mannaskarði yvir Hovsdal og vøtnini Vatnsnes og Bessavatn. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-024-img-0402-jpg
    Niðri við parkeringsplássið, tætt við Vatnsnes í Hovsdali. Longst til vinstru er Vágsskarð, sum vit skulu tvørtur um fyri at koma til Vágs. Í miðjuni Hvannafelli (560m) og til vinstru hábærsligi Borgarknappur (574m.). Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-027-img-0343-jpg
    Útsýnið fra Undir Vágsskarði tvørtur um Hovsdal. Bygdagøtan gongur millum vøtnini Bessavatn og Vatnsnes og haðani upp um Mannaskarð, sum liggur beint til høgru fyri fjallið í miðjuni. Fjøllini frá vinstru til høgru eru Borgarknappur (574m.), Laðanfelli (485m.) And Enni (424m.). Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-030-img-0313-jpg
    Útsýnið suðureftir frá Vágsskarði. Longst burtur sæst Beinisvørð Beinisvørð (470m.), í miðjuni Rávan (432.) og beint høgru meðni miðjuna Rútafelli (356m.). Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-032-img-0308-jpg
    Útsýnið oman yvir Hvannadal og Vág. Tann ovari partur av hesum teininum er eitt sindur brattur. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2021-04-24-suduroyarturur-039-img-0290-jpg
    Bygdagøtan gongur gjøgnum hugnaligu viðalundina í Vági. Her ganga børnini í Vági niðan at hanga sutturnar fyri at sleppa av við tær. Mynd: Óli Gardshodn

Ein túrur niðan gjøgnum Tingstovuna oman fyri Øravík at njóta góða útsýnið av Mannaskarði, haðani hugnaliga túrin tvørtur um Hovsdal – eftir søguliga Vatnaryggi, og síðan tvørtur um Vágsskarð – oman eftir tí vøkru, men brøttu Hvannadalsbrekkuni til hugnaligu viðarlundina, har møðin kann rindast við einum góðum kaffimunni.

Øravík - Vágur

Sjálvt um bygdagøtan eitur Øravík – Vágur, so kann hon eisini býtast sundur í tvey við at koyra niðan í Hovsdal og byrja túrin út eftir bygdagøtuni til Porkeris. Hendan bygdagøtan gongur niðan undir Mannaskarð, har hon kemur saman við bygdagøtuna Øravík - Vágur. Har kann ein so velja at ganga antin til Øravíkar gjøgnum Mannaskarð ella til Vágs gjøgnum Vágsskarð. Her ber eisini til at  at ganga niðan á Mannaskarð at njóta vakra útsýnið har og síðan at ganga til Vágs gjøgnum Vágsskarð. GPS-fílur eru gjørdar til allar hesar tríggjar túrarnar, t.v.s. antin fulla túrin ella teir báðar hálvu túrarnar.

Gøtan byrjar í Øravík. Hon fylgir Tinggili Uppi Millum Stovur, sum var tingstaður í Suðuroy. Landslagið er sermerkt við gjáum og herðum við hvøssum kombum eftir síðunum. Tingborðið sæst eisini her. Sambært søgnini varð húskallurin Snæbjørn úr Hvalba dømdur her til fýra ára revsiarbeiði á Bremarhólmi fyri at hava keypt turriklæði frá ólógligum handilsskipi. Ikki óvæntað var Snæbjørn ónøgdur við dómin og royndi at drepa dómaran, men ístaðin rakti hann sýslumannin so meint, at hann doyði. Snæbjørn flýddi av tingstaðnum og livdi mong ár útlagin í fjøllunum í Suðuroy. Vegurin niðan á Mannaskarð er stríggin. Á síðsta teininum er sera grýtut. Ansa eftir ikki at loysa grótið.

Uppi á Mannaskarði er gott útsýni yvir dalin við Vatnsnesi og Bessavatni. Í 1960’unum bygdi SEV eina vatnorkubyrging, og tunnil varð boraður úr Vatnsnesi oman í Botn. Síðan kemur Vágsskarð, sum henda gøtan eisini fer fram við, og Hvannafelli. Høgrumegin sæst Borgarknappur við tindinum, ið ikki sørt minnir um eina miðaldarborg.

Gøtan fylgir Vatnaryggi millum vøtnini. Her er nógvur fuglur at síggja. Tað sigst, at óvanliga nógv huldufólk eru her. Vinstrumegin gøtuna á Vatnaryggi liggur Ærgidalur. Her hava fornfrøðingar hjá Tjóðsavninum funnið húsatoftir. Í víkingatíðini varð dalurin nýttur til beiti. Tá í tíðini var tað vanligt hjá fólki at búgva í haganum um summarið og ansa kríatúrunum. 

Aftan á Vágsskarð er líðandi undanbrekka oman í Hvannadal. Haðan er heldur bratt. Varðarnir vísa vegin oman til Hvanndalsá, har farið verður yvirum og síðani oman millum viðarlundina og Hvanndalsá. Fylg stólpunum oman áraka hálva viðalundina, har gøtan fer inn í viðarlundina. Viðarlundin er hugnalig at ganga í – ikki minst eftir at sjálvboðin í sambandi við Closed for Maintenance – Føroyar á vári 2021 arbeiddu við at fríðka um í viðarlundini. Har er eitt borð við beinkjum, har til ber at seta seg niður at rinda møðina og samstundis njóta góða útsýnið. 

 

Øravík - Vágur
Vágur - Øravík

Øravík - Vágur

Bussamband:

Gott busssamband er við SSL leið 700

Frá nærmasta busssteðgistaði í Hovi og niðan í Hovsdal, har sum Porkerisgøtan byrjar, eru góðir 2 km. 

 

Parkering, Øravík:

Parkera við bønhúsið – sí grønu strikuna. Haðani skal gangast 195 m niðan eftir vegnum Vestan Garða og haðani út um bøgarðsportrið eftir bláu strikuni. 

  • oravik-1-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Parkeringsplássið er beint við adressuna Bóndatún 1, Ørðavík
  • oravik-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Parkeringsplássið er beint við adressuna Bóndatún 1, Ørðavík

Vágur - Øravík

Bussamband:

Gott busssamband er við SSL leið 700

 

Parkering, Vágur:

Parkerast kann antin beint við viðarlundina, har pláss er fyri tveimum bilum, ella niðri á parkeringsplássinum við endan á vegnum Geilin beint oman fyri skótahúsið, Geilin 103, sí grønu strikuna. Haðani skal gangast niðan gjøgnum viðarlundina, sí bláu pílarnar.

  • vagur-1-png
    Sí næstu mynd, sum vísir økið uppi við viðalundina, har bygdagøtan byrjar
  • vagur-2-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Niðara parkeringsplássið er við adressuna Geilin 103, Vágur
  • vagur-3-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað. Niðara parkeringsplássið er við adressuna Geilin 103, Vágur
  • vagur-4-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjanarstað
Øravík - Vágur
Vágur Øravík

Øravík - Vágur

Vágur Øravík

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
8 km

longd

hilltop peak icon
424 m

Hægsta stað

family icon
624 m

Hæddarmetrar


family icon Samlaði túrurin hóskar seg ikki til børn undir 10 ár
difficulty icon Miðal - Brekkan oman gjøgnum Hvannadal er eitt sindur brøtt, men er tó valla og góð at ganga.
terrain icon Vallað og gott lendi at kalla allan vegin. Eitt lítið sindur av leysum tilfari á gøtuni norðan fyri Mannaskarð. Í støðum eitt sindur vátt. Bratt í Hvannadali beint oman fyri viðarlundina í Vági.
°C
m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours