Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Øravík - Vágur
Ein túrur niðan gjøgnum Tingstovuna oman fyri Øravík at njóta góða útsýnið av Mannaskarði, haðani hugnaliga túrin tvørtur um Hovsdal – eftir søguliga Vatnaryggi, og síðan tvørtur um Vágsskarð – oman eftir tí vøkru, men brøttu Hvannadalsbrekkuni til hugnaligu viðarlundina, har møðin kann rindast við einum góðum kaffimunni.
Øravík - Vágur
Sjálvt um bygdagøtan eitur Øravík – Vágur, so kann hon eisini býtast sundur í tvey við at koyra niðan í Hovsdal og byrja túrin út eftir bygdagøtuni til Porkeris. Hendan bygdagøtan gongur niðan undir Mannaskarð, har hon kemur saman við bygdagøtuna Øravík - Vágur. Har kann ein so velja at ganga antin til Øravíkar gjøgnum Mannaskarð ella til Vágs gjøgnum Vágsskarð. Her ber eisini til at at ganga niðan á Mannaskarð at njóta vakra útsýnið har og síðan at ganga til Vágs gjøgnum Vágsskarð. GPS-fílur eru gjørdar til allar hesar tríggjar túrarnar, t.v.s. antin fulla túrin ella teir báðar hálvu túrarnar.
Gøtan byrjar í Øravík. Hon fylgir Tinggili Uppi Millum Stovur, sum var tingstaður í Suðuroy. Landslagið er sermerkt við gjáum og herðum við hvøssum kombum eftir síðunum. Tingborðið sæst eisini her. Sambært søgnini varð húskallurin Snæbjørn úr Hvalba dømdur her til fýra ára revsiarbeiði á Bremarhólmi fyri at hava keypt turriklæði frá ólógligum handilsskipi. Ikki óvæntað var Snæbjørn ónøgdur við dómin og royndi at drepa dómaran, men ístaðin rakti hann sýslumannin so meint, at hann doyði. Snæbjørn flýddi av tingstaðnum og livdi mong ár útlagin í fjøllunum í Suðuroy. Vegurin niðan á Mannaskarð er stríggin. Á síðsta teininum er sera grýtut. Ansa eftir ikki at loysa grótið.
Uppi á Mannaskarði er gott útsýni yvir dalin við Vatnsnesi og Bessavatni. Í 1960’unum bygdi SEV eina vatnorkubyrging, og tunnil varð boraður úr Vatnsnesi oman í Botn. Síðan kemur Vágsskarð, sum henda gøtan eisini fer fram við, og Hvannafelli. Høgrumegin sæst Borgarknappur við tindinum, ið ikki sørt minnir um eina miðaldarborg.
Gøtan fylgir Vatnaryggi millum vøtnini. Her er nógvur fuglur at síggja. Tað sigst, at óvanliga nógv huldufólk eru her. Vinstrumegin gøtuna á Vatnaryggi liggur Ærgidalur. Her hava fornfrøðingar hjá Tjóðsavninum funnið húsatoftir. Í víkingatíðini varð dalurin nýttur til beiti. Tá í tíðini var tað vanligt hjá fólki at búgva í haganum um summarið og ansa kríatúrunum.
Aftan á Vágsskarð er líðandi undanbrekka oman í Hvannadal. Haðan er heldur bratt. Varðarnir vísa vegin oman til Hvanndalsá, har farið verður yvirum og síðani oman millum viðarlundina og Hvanndalsá. Fylg stólpunum oman áraka hálva viðalundina, har gøtan fer inn í viðarlundina. Viðarlundin er hugnalig at ganga í – ikki minst eftir at sjálvboðin í sambandi við Closed for Maintenance – Føroyar á vári 2021 arbeiddu við at fríðka um í viðarlundini. Har er eitt borð við beinkjum, har til ber at seta seg niður at rinda møðina og samstundis njóta góða útsýnið.
Øravík - Vágur
Bussamband:
Gott busssamband er við SSL leið 700
Frá nærmasta busssteðgistaði í Hovi og niðan í Hovsdal, har sum Porkerisgøtan byrjar, eru góðir 2 km.
Parkering, Øravík:
Parkera við bønhúsið – sí grønu strikuna. Haðani skal gangast 195 m niðan eftir vegnum Vestan Garða og haðani út um bøgarðsportrið eftir bláu strikuni.
Vágur - Øravík
Bussamband:
Gott busssamband er við SSL leið 700
Parkering, Vágur:
Parkerast kann antin beint við viðarlundina, har pláss er fyri tveimum bilum, ella niðri á parkeringsplássinum við endan á vegnum Geilin beint oman fyri skótahúsið, Geilin 103, sí grønu strikuna. Haðani skal gangast niðan gjøgnum viðarlundina, sí bláu pílarnar.
Øravík - Vágur
Vágur Øravík
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar