Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Oyrareingir - Tórshavn

  • Útsýni frá Berginum inn gjøgnum Kollfjarðardal. Mynd: Óli Gardshodn
  • Frá Kollafirði niðan Hórisgøtu. Bøgarðsportrið er beint við Hórisgøtuá, við busssteðgiplássið uttanfyri tunnilsmunnan. Mynd: Óli Gardshodn
  • Meðan gingið verður niðan eftir Hórisgøtu, er útsýnið sera gott oman yvir Kollafjørð og inn gjøgnum Kollfjarðardal. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni frá Berginum út eftir Kollafirði. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni av Mjóstíggjum yvir í Mjørkadal og omanfyri Fjallið millum Botnar (686 m.). Til vinstru Norðradalsskarð. Mynd: Óli Gardshodn
  • Av bygdagøtuni, uppi undir Stiðjafjalli, síggja vit her oman yvir Norðradalsskarð (277 m.). Til høgru í baksýninum Mannaskarð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 300 m. niðan av Norðradalsskarði hava vit gott útsýni omanyvir Norðradal og Dalagjógv, við Koltur í baksýninum.
hike poster

Ein hampiliga langur og vakur túrur við góðum útsýni, har stórur partur verður gingin tætt fram við Oyggjarvegnum.

Gingið verður niðan frá busssteðgiplássinum beint uttan fyri norðara munnan á Kaldbakstunlinum. Gingið verður út gjøgnum portrið beint omanfyri og haðani beint niðan eftir brøttu líðini. Hetta er ein tann brattasta bygdagøtan í Føroyum. Men av tí at gøtan sneiðir niðaneftir, so er hetta ikki so tungt.

 

Í støðum sæst gøtan ikki, og heldur langt er millum varðarnar. Tað kann tískil vera torført at ganga rætt, um ein ikki hevur GPS’ara. Her kann vera heldur nógvur larmur frá ferðsluni. Men í 230 m hædd verður komið niðan á fyrsta slættan beint niðan fyri Lágarstíggj, og tá verður friðarligt og friðsælt.

 

Gingið verður yvir um Skeiðsá og niðan um Oyggjarvegin. Síðani verður gingið suðureftir, um vegin niðan á Sornfelli og haðani oman til stóra varðan við Mjóstíggj. Her er vakurt at ganga við góða útsýninum yvir á Núgvuna, Mjørkadal og út eftir Kaldbaksfjørðinum. Eisini sæst oman yvir Mannafelsdal, har bardagin millum sunnan- og norðanmenn skal hava staðið í uml. 1307. Við Mjóstíggj hevur eitt omanlop tíverri tikið gøtuna við sær, og tað ger tað eitt sindur avbjóðandi at koma tvørturum. Haðani gongur leiðin oman til støðina í Mjørkadali, har vit koma oman á sjálvan Oyggjarvegin.

 

Frá Mjørkadali eru 2 km til Neytaskarð, og leiðin gongur niðan á skarðið, tvørtur um Norðradalsvegin og haðani niðan eftir røðini, niðan á slættan í 400 m hædd. Beint omanfyri eru serstøku Dysjarnar.

 

Hiðani og teir umleið 8 km til Havnar er góð gøta allan vegin. Útsýnið er gott og fjølbroytt, sum ein nærkast Havnini. Í góðveðri síggjast sannlíkt fleiri og fleiri fólk, reiðfólk og súkklarar, sum leita sær út á tær mongu gøturnar uttan fyri Havnina. Túrurin endar á parkeringsplássinum beint oman fyri grótbrotið við Oyggjarvegin. 
 

Oyrareingir - Hórisgøta - Tórshavn
Tórshavn - Hórisgøta - Oyrareingir

Oyrareingir - Hórisgøta - Tórshavn

Við busssteðgiplássið beint norðan fyri Kaldbakstunnilin  eru góð parkeringsviðurskifti. 
Parkerast kann fram við ovara kanti, sí grønu markeringina. Haðani verður gingið gjøgnum portrið og síðani beint niðan við ánni, har gingið verður fram við fyrsta varðanum í umleið 160 m hædd. 

Tórshavn - Hórisgøta - Oyrareingir

Oyrareingir - Tórshavn
Tórshavn - Oyrareingir

Oyrareingir - Tórshavn

Tórshavn - Oyrareingir

Fakta

path icon
3t 30m

Tíð

path icon
15 km

longd

hilltop peak icon
406 m

Hægsta stað

family icon
606 m

Hæddarmetrar


family icon Nei. Heldur long (14,7 km.). Eisini er Hórisgøta heldur brøtt og long.
difficulty icon Avbjóðandi - Avbjóðandi orsakað av, at longdin er meira enn 10 km. Eitt omanlop hevur tikið gøtuna í bratta Mjóstíggi. Tað verður strangliga rátt frá at ganga gjøgnum Mjóstíggj um veturin, tá ið kavi og/ella hálka er.
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin uttan í Mjóstíggi, har sum omanlop hevur tikið gøtuna. Í einstøkum støðum eitt sindur vátt lendi. Norðan fyri Stiðjafjall leyst tilfar á gøtuni.
1°C
2 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours