Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Oyrargjógv - Sørvágur
Ein lagaligur túrur gjøgnum vøkru og sløttu náttúruna í Vágum, har gingið verður eftir Sundsgøtuni gjøgnum Kvígandal, tvørtur um Kvígandalsá og Sjatlá vestur til Sørvágs, við góðum útsýni
Bygdagøtan byrjar á Oyrargjógv, har ein tekur seg beint niðan í líðina og haðan eftir Sundsgøtuni vestur til Sørvágs.
Varðar eru allan vegin, so gøtan er løtt at fylgja. Tá ið tungi teinurin niðan frá Oyrargjógv er undantikin, er rættiliga slætt og lætt at ganga túrin. Á vegnum ganga vit tvørtur um onkrar áir, t.d. Kvígandalsá og Sjatlá, men tær eru lættar at koma tvørtur um.
Søgnin sigur, at tað var eystan fyri Fjallavatn, at huldukonan í Húsagjógv tók at renna eftir seyðamanninum á Sondum, tí hann hevði tikið stakkin frá henni. Huldukonan rann aftan á honum til Vatnsoyrar og haðan niðan Vatnsbrekkuna og líka til Sandavágs. Huldukonan fekk seyðamannin aftur, men hann fekk tveitt seg inn um kirkjugarðin í Sandavági og fekk ermuna við sær. Erman sigst vera messuakul í kirkjuni.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum.
Oyrargjógv - Sørvágur
Onki busssamband er til Oyrargjógv, so hagar má ein sjálvur koyra.
Parkering, Oyrargjógv: Á Oyrargjógv kann bilurin setast við gomlu ferjuleguna, ið liggur tætt við bygdagøtuna. Haðan verður gingið eftir bláu strikuni norður til Oyrargjógv og síðan niðan gjøgnum líðina til fyrsta varðan, sum sæst niðri úr fjøruni.
Sørvágur - Oyrargjógv
Leið 300 koyrir til Sørvág.
Parkering, Sørvágur: Í Sørvági ber til at seta bilin við vatnbrunnarnar, ið liggja við uppdyrkingarvegin við Kirkjuá – sí grønu strikurnar. Haðan verður gingið teir 600 m eftir bláu strikuni niðan til bøgarðsportrið, har bygdagøtan byrjar. Fyrsti varðin stendur beint uttan fyri bøgarðsportrið.
Oyrargjógv - Sørvágur
Sørvágur - Oyrargjógv
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar