Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Rossagøtan umvegis Bøllureyn

hike poster

Ein góður og vakur túrur, í hugnaliga Havnardali, og niðan í hæddina á Bøllureyni

Gakk vestureftir kappríðingarbreytini, har tú við vestara enda snarar omanav – oman á sokallaðu Rossagøtuna. Tað er eitt sindur ymiskt, hvat fólk skilja við Rossagøtuna. Her eru so nógvar gøtur, sum Tórshavnar Býráð hevur gjørt í Flatnahaga, Havnardali og uppi á Bøllureyni – allar lagdar við grúsi og góðar at ganga. Men tey flestu skilja Rossagøtuna, sum 5,1 km langa túrin rundan um Fjallið og Lítla Fjall.

Eftir at tú hevur gingið 30m oman av kappríðingarbreytini, deilir gøtan seg í tvey. Her velur tú, hvønn vegin tú vilt ganga rossagøtuna – við ella ímóti sólini. Snara til høgru niðan brekkuna. Eftir at hava gingið einar 100m kemur tú fram við einum lítlum húsi. Hetta var upprunaliga eitt elligamalt niðurdottið torvhús. Men eitt átak hjá Tekniska Skúla og einum filmsskúla, hevði sum endamál at byggja hetta upp aftur – tó eitt sindur meira nútímans. Og prýðiligt bleiv tað!

Tað er vakurt at ganga niðan brekkuna við góða útsýninum oman yvir Havnina, út á Glyvursnes og Nólsoynna.
Komin niðan á slætt deilir gøtan seg aftur. Eisini her er útsýnið gott. Tú sært inn í vakra Havnardal og vestur á Kirkjubøreyn, Tvørfelli og Velbastaðháls, har Heystoyggin eisini sæst daga undan. Beint niðanfyri liggja øll tey mongu hestafjósini hjá havnafólki umframt tær stóru hallirnar har tey venja og hava tiltøk í. Inni í Havnardali – t.d. við Kráarheyggi, lógu tær góðu torvheiðarnar hjá havnarfólki, men tær vóru óhøgligar, tí tað var so langt burturi. Í dalinum er nógv gjørt fyri at hugna um hendan hugnaliga dalin, har nógvar gøtur eru lagdar, sum Havnarfólk brúka til bæði at ganga og ríða eftir. Niðri við ánna eru eisini stórar viðarlundir lagdar og brúgvar gjørdar tvørtur um ánna. Eitt deiligt stað til líka at kobla úr í eina løtu.
Um tú hyggur niðan móti Oyggjarvegnum, síggjast nakrir stabbar omanfyri Oyggjarvegin. Hetta eru restirnar av eini telegrafstøð, sum Onglendingar gjørdu sær undir krígnum. Hetta lá langt, langt uttanfyri Havnina, so tað tók sína tíð at ganga millum telegrafstøðina og Havnina við boðunum.

Snara til vinstru – suðureftir móti hestafjósunum. Tá tú hevur gingið einar 300m, kanst tú líka ganga stutta teinin niðan á Vesturvarða, fyri at njóta góða útsýnið. Vesturvarði bleiv lagaður upp, til at verða brúkt sum peilimerki, tá Havnin bleiv máld upp.
Gakk út aftur á Rossagøtuna oman móti hestafjósunum. Serliga á hesi leiðini eftir Rossagøtuni møtir tú ofta hestum. Ansa eftir ikki at kløkka teir. Tað er vanligur skikkur, at tey sum eru til gongu halda av fyri hestunum, gjarna við at tey fara eitt ella tvey skritt av gøtuni har tey eru friðarlig til hestarnir eru farnir fram við.
Komin oman á asfaltið við stóru Tølthøllina, gongur tú 200m til vinstru oman eftir vegnum. Við lítlu tjørnina á vinstru hond sært tú hugnaligu skótasmáttuna hjá KFUM við bálstaði bygt sum eitt lítið amfiteatur, kallað Torgarð.
Snara til vinstru inn á gøtuna beint eftir skótasmáttuna. Eftir kringlutu gøtuni oman móti Havnini síggjast restirnar av onkrari torvkrógv. Vanlig
Miðbýurin - Rossagøtan

Miðbýurin - Rossagøtan

Busssamband er ikki niðan til Hotel Føroyar. Ístaðin koyrir leið 3 hjá bussleiðin eftir Marknagilsvegnum beint niðanfyri, har gangast kann niðan á kappríðingaarbreytinna fram við Marknagilsá.

Hotel Føroyar

Hotel Føroyar

Parkerast kann á stóra parkeringsplássinum omanfyri Hotel Føroyar – sí grønu markeringarnar á myndini. Bláu pílarnir vísa leiðina fram við kappríðingarbreytini.

Fakta

path icon
1t 15m

Tíð

path icon
0 km

longd

hilltop peak icon
222 m

Hægsta stað

family icon
115 m

Hæddarmetrar


family icon Ja, 8+ (orsaka av longdini) Tað er ongastaðni vandafult
difficulty icon Miðal - Gøta er allan vegin, við undantak av, einum lítlum strekkið fram við Sandá, heimanvert (sunnanfyri) Stórahyl, har ongin gøtan. Eitt sindur bratt er báðu megin Bøllureyn. Frámerking manglar fram við rutuni
terrain icon Valla og gott grúslendi allan vegin
10°C
10 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours