Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Saksun - Haldórsvík

  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-105-img-0073-jpg
    Útsýnið yvir forna Dúvugarð í Saksun. Uttast høgrumegin kirkjan frá 1858. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-111-img-0087-jpg
    Útsýnið í 173m. hædd yvir Saksun og Saksunardal, sum er tann longsti í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-109-img-0059-jpg
    Tann eyðkendi Ósin og Pollurin í Saksun. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-113-img-0103-jpg
    Útsigt frá Víkarstíggi oman yvir ósan og X en-flag The beginning of the village path in Saksun goes up on the first crog and the to the left. Photo: Óli Gardshodn fo-flag Byrjanin av bygdagøtuni í Saksun, niðan á tann fyrsta hamaran og síðan til vinstru. Mynd: Óli Gardshodn X en-flag The village gate in Saksun. Photo: Óli Gardshodn fo-flag Bøgarðsportrið í Saksun. Mynd: Óli Gardshodn X en-flag View down on the ancient Dúvugarðar in Saksun. To the right we see the church from 1858. Photo: Óli Gardshodn fo-flag Útsýnið yvir forna Dúvugarð í Saksun. Uttast høgrumegin sæst kirkjan frá 1858. Mynd: Óli Gardshodn X en-flag Views up in 173m down on Saksun and the valley in Saksun, which is the longest in the Faroe Islands. Photo: Óli Gardshodn fo-flag Útsýnið í 173m. hædd yvir Saksun og Saksunardal, sum er tann longsti í Føroyum. Mynd: Óli Gardshodn X en-flag The very beautiful iconic narrow canal into Pollin í Saksun. Photo: Óli Gardshodn fo-fl
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-116-img-0120-jpg
    Frá Víkarskarði í 587m hædd, er 3 km. langi túrurin oman til Haldórsvíkar friðarligur og einsligur. Jú tættari tú kemur bygdini, jú hægri og prýðiligari eru varðarnir. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-117-img-0122-jpg
    Leiðin oman til Haldórsvíkar. Tað er ein fragd at ganga fram við prýðiligu varðunum, sum síggjast langa leið. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-119-img-0141-jpg
    Trappan upp gjøgnum hamaran omanfyri Haldórsvík er ikki sørt eitt meistaraverk. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-121-img-0160-jpg
    Fossurin við Kluftá, beint omanfyri Haldórsvík. Mynd: Óli Gardshodn
  • haldarsvik-jan-kellr-jpkay-jpg
    Byrjanin á bygdagøtuni frá Haldórsvík til Saksun. Mynd: Jan Kellr - @jpkay
hike poster

Tað er vakurt at ganga túrin. Úr Haldórsvík ímóti Saksun hevur tú gott útsýni niðan í gjónna undir Vesturheyggi

Tað er vakurt at ganga ímillum Saksun og Haldórsvík. Kanska er vakrari at ganga úr Haldórsvík ímóti Saksun. Tá hevur tú gott útsýni niðan í gjónna undir Vesturheyggi, og tað er altíð serstakliga vakurt at ganga oman ímóti Saksun, ið eisini er ein góð endastøð, har tú m.a. kanst enda túrin við at spáka oman á Lónna. 


Gøtan er ikki sjónlig allan vegin, so her er neyðugt at ganga eftir varðunum. Eftir at tú snarar av gøtuni, ið fer til Tjørnuvíkar, er tó ongin varði at síggja fyrstu 700 metrarnar, so her er lætt at ivast, hvussu tú skalt ganga. Rætta leiðin er at ganga eitt sindur niðanfrá, niðan í líðina, so at tú ikki kemur út í Gjótustíggj. 


Tá ið tú so kemur inn í Skipádal, eru varðar allan vegin niðan á Víkarskarð. Komin tvørtur um skarðið skalt tú taka seg til vinstru, har tú beinanvegin sært ein varða. Haðan eru tættir varðar allan vegin oman í Haldórsvík. Teinurin frá Víkarskarði oman í Haldórsvík kann tykjast eitt sindur drúgvur at ganga. 

 

Um gingið verður úr Haldórsvík, skalt tú eftir at vera komin um Víkarskarð ganga 100 m til vinstru í ein sunnan, áðrenn gingið verður oman eftir varðunum í Skipádali. 

Saksun - Haldórsvík
Haldórsvík - Saksun

Saksun - Haldórsvík

Parkering, Saksun

Góðir møguleikar eru at seta bilin í Saksun. Her kunnu tey stóru parkeringsplássini við kirkjuna brúkast (sí mynd)

  • saksun-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað.
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-100-img-0069---kopi-jpg
    Byrjanin av bygdagøtuni í Saksun, niðan á tann fyrsta hamaran og síðan til vinstru. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2019-06-22-tj-rnuv-k---saksun---hald-rsv-k-104-img-0071---kopi-jpg
    Bøgarðsportrið í Saksun. Mynd: Óli Gardshodn

Haldórsvík - Saksun

Parkering, Haldórsvík

Góðar umstøður eru at seta bilin á parkeringsplássið oman fyri kirkjuna (sí mynd) 

  • hald-rsv-k-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir byrjunarstað
Saksun - Haldórsvík
Haldórsvík - Saksun

Saksun - Haldórsvík

Leiðin byrjar við parkeringsplássið undir Dúvugørðum í ein landnyrðing úr stóru gjónni í Saksun. Dúvugarðar er fleiri hundrað ára gamal bóndagarður, sum nú er gjørdur til forminnissavn.

Gakk einar 50 metrar og snara til høgru, tá ið tú ert komin um brúnna um Skipá og gongur um 2-300 metrar niðaná gjøgnum bøin fram við ánni.



Tá ið tú ert komin út í hagan, far niðan tann fyrsta bakkan – um 30 loddrættar metrar, í somu hædd har ið fossurin fer útav. Hiðan skalt tú hyggja á skák niðan í ein landnyrðing.  Á heygnum úti í sjónarringinum sært tú ein varða um ein kilometur burtur. Hav hann sum ýti. Teir fyrstu 200 metrarnar gongur tú í á leið somu hædd og kemur á gøtuna, ið gongur niðan á varðan.

Haldórsvík - Saksun

Fakta

path icon
3t 15m

Tíð

path icon
8 km

longd

hilltop peak icon
586 m

Hægsta stað

family icon
561 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin hóskar seg við børnum 10 ár og eldri
difficulty icon Avbjóðandi - Bratt og vátligt kann vera niðan úr Saksun. Hesin parturin av leiðini kann vera krevjandi. Restin av leiðini er løtt at ganga
terrain icon Gøtan oman fyri Saksun kann vera vát og runut. Eftir at vera komin av tjørnuvíkargøtuni er vallað og gott at ganga allan vegin. Eitt sindur bratt er vestan fyri Víkarskarð
3°C
7 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours