Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Saksun - Vestmanna
Ein lættur túrur gjøgnum víðu dalarnar norðan fyri Vestmanna, har hagarnir strekkja seg, so langt sum eyga sær
Niðan úr miðjum Saksunardali verður gingið um ta vøkru Klovsá, har restirnar av gomlu brúnni síggjast. Haðan verður gingið undir Ørvisfelli, næsthægsta fjalli á Streymoynni, tvørtur um Oksagilsháls. Komin um hálsin verður gingið oman eftir Skammbrekkuni tvørtur um Fossá við útsýni oman á vatnbyrgingarnar hjá SEV. Restin av túrinum eri ein langur, men lættur teinur suður eftir tí sokallaða Saksunarvegnum, ið liggur vestan fyri ovara SEV-demningin “Frammi á vatni”. Síðan verður gingið eftir Leitinum og haðan oman ímóti Gjógvará og omaneftir vestan fyri ánna til vatnbrunnarnar í Vestmanna.
Eitt sindur tungt er at ganga niðan úr Saksunardali, men síðan er teinurin lættur at ganga gjøgnum víðu og mjáu hagarnar norðan fyri Vestmanna. Fá ganga hesa leiðina, sum er langt frá alfaravegi, so tað er ein sera friðarligur túrur.
Útsýnið ovarlaga í Oksagilsbrekkuni oman yvir Saksunardal og suður í Sundini er sera vakurt.
Eisini síggjast nógvir fjallatoppar í Eysturoynni og í Norðuroyggjum hiðan. Útsýnið frá Rossastígum vestureftir, har m.a. sæst yvir á Slættanestanga og Vágabjørgini, er serstakliga vakurt.
Tað er neyðugt at hava GPX-fíluna við sær, um mjørki fellur á, av tí at partur av leiðini er illa uppmerktur.
Saksun - Vestmanna
Í Saksunardali er onki busssamband.
Parkering, Saksunardalur
Uml. 5 km. frá kirkjuni í Hvalvík móti Saksun er ein frákoyring niðaneftir, har bóndin gevur seyðinum. Til ber at seta bilin á ovaru síðu á hesum vegastrekki, so bóndin sleppur framat við sínum bili.
Vestmanna - Saksun
Leið 100 koyrir úr Havn til Vestmanna.
Parkering, Vestmanna
Í Vestmanna ber til at seta bilin við vatnbrunnarnar á Skorðalíð (sí myndir) og haðan ganga niðan til hagaportrið og síðani eftir gøtuni fram við Gjógvará.
Saksun - Vestmanna
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar