Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Sandavágur – Slættanes – Gásadalur
Njót ævintýrakenda túrin til nakrar av vakrastu perlunum í Føroyum
SANDAVÁGUR (Á HÁLSI) - SLÆTTANES
Túrurin byrjar á parkeringsøkinum á Hálsi, beint áðrenn tú røkkur Sandavági (eisini nevnt Sandavágshálsur). Gakk á skák til vinstru ímóti gjónni, sum eitur Ravnagjógv, og fylg gøtuni niðan brekkuna. Her finnur tú fyrsta varðan á varðagøtuni. Hetta er ein gomul gøta, ið var sambandið millum bygdirnar Sandavág og Slættanes. Øll ferðsla millum bygdirnar gekk eftir hesi gøtu.
Eftir ein-tveir kilometrar gerst lendið slættari, og haðan er gott útsýni yvir stóran part av Streymoynni, Skælingsbygd, Leynum og Kvívík eins og av fjøllunum fyri sunnan, Skælingi og Sátuni. Eitt vet longur frammi kemur vakra Vestmanna undan hinumegin fjørðin. Í mong ár var Vestmanna miðdepil fyri alla ferðslu til Vágar og flogvøllin. Ein ferja sigldi millum Vestmanna og Oyrargjógv, men hon varð avloyst av undirsjóvartunlinum í 2002, sum var fyrsti av sínum slag í Føroyum.
Eftir umleið fimm kilometrar gongur ein onnur varðagøta tvørtur um hesa gøtuna. Tað er gøtan millum Sørvág og Oyrargjógv. Verð verandi á fyrru gøtuni. Tað kann vera trupult at síggja gøtuna og at finna næsta varðan, men gev tær góða tíð, so finnur tú. Við Fótamørsklett, við síðuna av hegninum, liggur ein steinur við skapi nakað sum ein ferhyrningur. Hetta verður kallað eitt hav. Í gomlum døgum plagdu menn at kappast um at lyfta steinin fyri at vita, hvør sterkastur var. Ansa eftir rygginum, um tú freistast at máta styrki tína við kapparnar í gomlum døgum.
Komin fram við Tungufellinum Lítla býtir gøtan seg sundur. Fylg tí niðara varðanum. Hin vísir á rossarás, ið gongur niðan í fjøllini. Fylg varðunum tvørtur um Suðansbrekku og haðani oman gjøgnum Fossabrýrnar; tá er stuttur vegur eftir til Slættanes.
Nøkur fá hús eru á Slættanesi, men tey standa tóm fyri tað mesta, tí bygdin er avtoftað. Á Slættanesi búð fólk bert í umleið 100 ár. Ein familja flutti hagar í 1835, og fyrstu fimm árini var hon einsamøll í oyðini. Síðan løgdust onnur aftrat, og í 1940 búðu 75 fólk á Slættanesi. Tíðum vóru uppaftur fleiri. Í 1964 fluttu síðstu fólkini haðan.
SLÆTTANES – FJALLAVATN
Av Slættanesi gongur leiðin niðan á Skoradalsháls. Gøtan byrjar við endan á vegnum oman fyri bygdina. Fylg varðunum niðan brekkuna til Skoradalsháls.
Á Skoradalshálsi er framúrskarandi útsýni norðureftir yvir á Streymoynna, harímillum tey víða gitnu Vestmannabjørgini og Snubbarnar, sum – við sínum hárhvassa og bratta lendi – er millum vakrastu fjøll í Føroyum. Tú stendur nú á gáttini til fagrastu støð í Vágum.
Fylg gøtuni oman í Reipsá, sum rennur úr norðrara enda av Fjallavatni. Fjallavatn er næststørsta vatn í Føroyum. Størst er Leitisvatn (eisini nevnt Sørvágsvatn ella bara Vatnið), sum eisini er í Vágum.
Av Skoradalshálsi kanst tú ganga frítt av gøtuni oman í Reipsá. Tú kanst ganga ímóti fjøllunum norðanfyri (høgrumegin), fylg rygginum vestureftir og kom síðan aftur á gøtuna við Reipsá. Har er vakurt útsýni yvir grønar heyggjar og blátt hav. Ver tó varin, tí lendið er bratt við gjáum í støðum, og teinurin oman til Reipsá er grýtutur og óslættur.
FJALLAVATN – GÁSADALUR
Tað kann vera trupult at sleppa turrur yvir um Reipsá, men royn og finn eitt stað, har áin rennur møk. Far yvir um Gullringsá, sum rennur oman vinstrumegin.
Áðrenn tú fert niðan, mást tú minnast til at hyggja yvir á Víkar, sum eisini er avtoftað bygd. Hon varð grundløgd í 1833 og avtoftað í 1932. Bygdin er sanniliga fjarskotin; tað tekur tveir tímar at ganga haðan til nærmastu bygd, og tað í illgongdum lendi. Umráðið er ómetaliga vakurt við sandtanganum og grøna grasslættanum ið liggur undir Eysturtindi.
Fylg gøtuni á skák niðan í brekkuna inn undir fjallveggin. Vegurin kann vera ørkymlandi, tí tíðum kann tað tykjast, eins og fleiri gøtur eru. Men tá ið tú kemur longri niðan og vestureftir, gerst gøtan niðan gjøgnum Kálvarók týðiligari. Ansa eftir hálum steinum á vegnum niðan. Fylg varðunum ígjøgnum Jøkladal og Kjógvadal. Síðan kann gøtan verða ring at síggja. Nú kemur tú niðan gjøgnum Bustina og haðani yvir í Bustardal.
Komin niðan um Bustina í 595m. hædd, og haðani yvir í Bustardal, er frítt útsýni yvir vakra Árnafjall, ið er hægsta fjall í Vágum. Beint uppi yvir tær er Eysturtindur – næsthægsta fjall í oynni. Her liggur væl fyri at fáa sær ein kaffisteðg og at njóta vøkru litirnar frá kvøldsólini, har hon skyggir á fjøllini.
Sandavágur – Slættanes – Gásadalur
Leið 300 ímillum Tórshavn og Flogvøllin steðgar í Sandavági.
Leið 350 koyrir úr Havn til Sandavágs og Gásadals.
Parkering, Sandavágur
Góð parkeringsviðurskifti eru við hægsta punkt uppi Á Hálsi við Sandavág – eisini kalla á Sandavágsháls. 100 m. eystanfyri rulluportrið er eitt stórt parkeringspláss. Beint við hetta parkeringsplássið er tað stóra portrið til tann gamla landsvegin. Gang ígjøgnum hetta portrið.
Sí grønu linjurnar á myndinum.
Gøtan er ikki sjónlig, og onki frámerkið er. Gang 100 m. inn eftir vegnum til tað fyrsta svingið. Har fert tú til høgru niðan av vegnum og gongur haðani n
Gásadalur – Slættanes – Sandavágur
Tú sleppur til Gásadals úr Havn við leið 350.
Parkering, Gásadalur
Í Gásadali eru góð parkeringsviðurskifti við stóra parkeringsplássið mitt í bygdini, sí grønu markeringina. Har er eisini eitt alment WC.
Haðani skal gangast út eftir bláu linjunum. Beint uttanfyri rættina við bøgarðsportrið sært tú fyrsta varðan á leiðini beint fram gjøgnum dalin.
Sandavágur – Slættanes – Gásadalur
Gásadalur – Slættanes – Sandavágur
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar