Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Skopun - Lírabergshálsur

  • Lykkjuvøtnini norðanfyri Skopun. Í Baksýninum Koltur og Hestur. Mynd Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av Lírabergshálsi norðureftir móti Vágoynni og Mykines. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið av Lírabergshálsi suður á fuglabjørgini á vestursíðuni á Sandoynni. Til vinstru sæst Svartskorardrangur, 170 m. og til høgru Oknadalsdrangur, 182 m. Mynd Óli Gardshodn.
  • Oknadalsdrangur, 182 m. Mynd: Óli Gardshodn.
  • Útsýnið yvir á fuglabjørgini á vestursíðuni á Hestoynni. Mitt á myndini sæst kenda Álvagjógv og Álvastakkur, 183 m. Mynd Óli Gardshodn.
  • Høvdarhagavatnið norðanfyri Skopun. Í Baksýninum Koltur og Vágoyggin. Mynd: Óli Gardshodn
  • Lykkjuvøtnini norðanfyri Skopun við Koltri í baksýninum. Mynd Óli Gardshodn.
  • Norðaravatn beint norðanfyri Skopun. Mynd Óli Gardshodn.
hike poster

Vakur túrur norður í Høvdarhaga – millum hugnaligar heyggjar og vøtn, niðan á Lírabergsháls at síggja suður á høgu drangarnar undir veðurbardu vestursíðuni í Sandoynni.

Túrurin byrjar niðri á kaiini, har sum Visit Skopun heldur til. Gakk norður eftir niðasta vegi, Tormansvegi, fram við Samkeyp handlinum, kallaður Búrhandilin. Handilin lat upp í 1856 og er sostatt ein av elsti handlum í Føroyum, sum framvegis er opin. 
Víðari eftir Tormansvegi gongur tú fram við fleiri áhugaverdum støðum, m.a. minnismerkið yvir fyrstu niðursetufólkini, heimsins størsta bláa postkassa og vakra minnisvarðan yvir tey mistu á sjónum og bjørgunum. Gakk víðari og snara norður eftir Høvdarhagavegnum. 
Tað er vakurt at ganga norður í Høvdarhaga, har nógv vøtn eru í heyggjuta landslagnum. Eitt av teimum vøkru, sum liggur beint við norðasta býling, er Norðaravatn. Ger eitt rend inn eftir Ognarvegi og nýt vakra útsýnið yvir vatnið, við Koltri og Hestoynni í baksýninum. 
Tað er sera hugnaligt at ganga norður eftir Høvdarhagavegnum. Útsýnið oman yvir heiðarnar, sum eru sundurstykkjaðar í traðir har nógvur seyður gongur á. Tvey stór vøkur vøtn, Lykkjuvøtnini, koma brádliga til sjóndar – og framvegis við vøkru oyggjunum og fjøllunum í baksýninum. Vakurt!
So við og við kemur tú inn í stóra opna dalin í Høvdarhaga, har tú eisini sært niðan á Lírabergsháls. Og eftir 2,8 km. gongd, kemur tú til rættina við vegendan. Beint áðrenn rættina sært tú skeltið sum vísir leiðina niðan á Lírabergsháls. Fylg pelunum teir 700 m. niðan. Meðan tú gongur niðan er sera gott útsýnið oman yvir Høvdarhagan og yvir á Heystoynna, har tú m.a. sært kendu Klæmintsgjógv og Álvastakk. Longur eysturi sært tú suðurendan av Streymoynni og Nólsoynni. Tveir vinarstigar eru á vegnum sum tú gongur upp um. 
Komin niðan á Lírabergsháls, sært tú suður á veðurbardu vestursíðuna í Sandoynni, við prýðiligu drangunum, tann norðari Svartskorardrangur (170 m) og tann sunnari Oknadalsdrangur (182 m). Bergtakandi!
Set teg við steinin og nýt løtuna við einum góðum dussi. 
Heim aftur verður gingið somu leið.
 

Skopun - Lírabergshálsur

Skopun - Lírabergshálsur

Góð perkeringsviðurskifti eru á stóra kai økinum og beint niðanfyri Visit Skopun – sí grønu linjurnar. Haðani gongur tú eftir bláu linjuni norður eftir Tormansvegi.

Skopun - Líraberg

Skopun - Líraberg

Fakta

path icon
1t 35m

Tíð

path icon
7 km

longd

hilltop peak icon
189 m

Hægsta stað

family icon
209 m

Hæddarmetrar


family icon 6+
difficulty icon Miðal -
terrain icon Tað er góður asfalteraður vegur allan vegin, men teir seinastu 700 metrarnir eru eftir vallaðum lendi, har tann eina brekkan er eitt sindur brøtt. Tvey hegn eru á leiðini har vinarstigi er tvørtur um.
10°C
4 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours