Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Tórshavn - Velbastaður

  • ts-ni-2019-06-18-torshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-003-img-0037-jpg
    Útsýnið yvir Havnina. Mynd: Óli Gardshodn
  • ts-ni-2019-06-18-torshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-014-img-0018-jpg
    Útsýnið yvir Koltur. Mynd: Óli Gardshodn
  • velbasta-ur-william-anderson-jpg
    Velbastaður. Mynd: William Anderson
hike poster

Talan er um ein sera lættan túr, ið nærum øll kunnu ganga

Rutan byrjar í Havnardali við bóndagarðin og høvuðsvegin oman fyri Velbastað, 390 m norðan fyri vegin til Velbastaðar, har ein lítil frákoyring er. Bilurin kann setast við parkeringsplássið beint við ánna.

Talan er um ein sera lættan túr, ið nærum øll kunnu ganga. Gøtan er ikki sjónlig allan vegin, so her má gangast eftir varðunum, ið eru í góðum standi. Hetta er serliga, eftir at komið er niðan á slætt úr Havn, har sum ruturnar til Velbastaðar og Kirkjubøar skiljast.  Tískil er GPX-fíla næstan eitt krav fyri at vera vísur í ikki at villast, um mjørki kemur á.

 

Av tí at ikki er so nógv at síggja á sjálvari rutuni, kann tað vera eitt gott hugskot at gera eitt rend niðan á Reynsmúlalág, har talarastólurin frá fólkafundunum, sum vóru heilt fram til seint í 60-unum, framvegis sæst.

 

Rutan kann gangast báðar vegir, so ætt, sól og ferðslumøguleikar kunnu avgera, hvønn vegin tú gongur rutuna.

Rutan er løtt at finna í báðum endum.  

Tórshavn - Velbastaður
Velbastaður - Tórshavn

Tórshavn - Velbastaður

Til ber at brúka býarbussin millum Velbastað og Havnina.

Parkering, Tórshavn
Bilar kunnu standa á almenna parkeringsplássinum við Sandá (sí mynd) 

  • parkering-havnadalur-png
    Grøna linjan vísir á parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-t-rshavn-2019-06-18-torshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-016-img-0003-jpg
    Parkering, Tórshavn
  • byrjan-t-rshavn-2019-06-18-torshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-001-img-0040-jpg
    Byrjunarstaður, Tórshavn
  • byrjan-t-rshavn-2019-06-18-torshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-015-img-0004-jpg
    Fyrsta portrið, Tórshavn

Velbastaður - Tórshavn

  • parkering-velbasta-png
    Grøna linjan vísir parkering og bláa linjan vísir á byrjunarstað
  • parkering-velbasta-ur-2019-06-20-t-rshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-019-img-0043-jpg
    parkering, Velbastaður
  • parkering-velbasta-ur-2019-06-20-t-rshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-019-img-0044-jpg
    parkering, Velbastaður
  • byrjan-velbasta-ur-2019-06-18-torshavn---velbasta-ur-og-reynsm-li-013-img-0020-jpg
    byrjunarstaður, Velbastaður
Tórshavn - Velbastaður
Velbastaður - Tórshavn

Tórshavn - Velbastaður

Velbastaður - Tórshavn

Fakta

path icon
1t 0m

Tíð

path icon
3 km

longd

hilltop peak icon
222 m

Hægsta stað

family icon
234 m

Hæddarmetrar


family icon Hóskar seg væl við børnum
difficulty icon Miðal - Sera løtt at ganga. Eitt niðurdottið hegn er á leiðini, annars eru tað bert smáar brekkur
terrain icon Onkustaðni er gøtan rættiliga grýtut, serliga úr Havn og niðan á slætt. Annars er lendið sera gott
3°C
8 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours