Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Víkarbyrgi - Sumba
Ein vakur túrur úr friðarligu og vøkru náttúruni í Víkarbyrgi umvegis Oyrnaskarð og fram við Trøllhúsinum, alt meðan hesar eyðkendu hvítu urðarnar í Suðuroynni seta sín dám á túrin
Úr Vìkarbyrgi byrjar gongutúrurin heilt niðri við brúnna um Víkará. Gingið verður út gjøgnum haldið (lítlu rættina) og so niðan fram við ánni til hegnið, ið gleivað verður upp um.
Haðani verður gingið beina leið niðan á fyrstu høvdina, har fyrsti varðin stendur. Frá varðanum er sera gott útsýni yvir Víkarbyrgi, sum, áðrenn svartideyði herjaði í 1349, var av størstu bygdum. Hetta økið niðan til fossin undir Krílheyggi, við laðaðum garði fram við breiðu ánni, er sera hugnaligt.
Síðani gongur tú niðan gjøgnum Moldstíggj og so beina leið niðan á Oyrnaskarð. Á leiðini niðaneftir seta tær hvítu urðarnar, sum mestsum klæða alla fjallasíðuna eystur móti Horninum, sín serliga dám á landslagið. Hesar hvítu urðarnar eru rættiliga serstakar á eystursíðuni sunnast á Suðuroynni. Og longri suðuri, í Blæing, eru tær tiltiknar. Blæing er gamalt fyri grót, og hesin hvíti vøksturin á grótinum er kork.
Komin suður um Oyrnaskarð er vallað og gott at ganga tvørtur um dalin, ella Bótina, sum tað kallast. Eisini her verður gingið gjøgnum fleiri av hesum hvítu urðunum. Beint oman fyri gøtuna síggja vit eyðkenda Trøllhúsið, sum er ein kneysi, sum serliga í mjørka líkist einum veruligum trøllhúsi. Tað er heldur ikki heilt sørt, at økið sum heild kann tykjast eitt sindur gandakent.
Á vegnum gjøgnum dalin mugu vit gleiva upp um eitt lágt hegn. Komin suður á røðina, undir Akslarenda, verður gingið eftir varðunum, beint oman á Sumbiarvegin.
Tað er møguligt at ganga túrin úr báðum endum. Tað er tó vakrari og munandi lættari at ganga ímóti Víkarbyrgi, tí tá verður túrurin vanliga byrjaður í 290 m hædd (t.e. um bilurin verður settur á landsvegnum oman fyri Sumbiar bygd).
Víkarbyrgi - Sumba
Einki busssamband er hagar, sum rutan byrjar í Víkarbyrgi, og oman fyri Sumba.
Parkering, Víkarbyrgi
Góð parkeringsviðurskifti eru tætt við rættina niðast í bygdini, við brúnna tvørtur um Víkará – (grønt frámerki). Haðani gongur ein út gjøgnum portrið í rættini og fram við ánni niðaneftir (blátt frámerki).
Sumba - Víkarbyrgi
Einki busssamband er hagar, sum rutan byrjar í Víkarbyrgi, og oman fyri Sumba.
Parkering, Sumba
Tað ber til at seta bilin frá sær oman fyri Sumba í 290 m hædd, í svinginum á høvuðsvegnum, væl áðrenn komið verður til bygdina (sí grønt frámerki). Haðani verður gingið eftir varðunum niðaneftir í beinan norðan (blátt frámerki).
Víkarbyrgi - Sumba
Sumba - Víkarbyrgi
Fakta
Tíð
longd
Hægsta stað
Hæddarmetrar