Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Rentit.fo

  • Vitja okkara leigumál á www.rentit.fo

Rentit.fo bjóðar høgt ummældar, reinar og komfortablar stutttíðarútleigingar kring Føroyar.

Hja Rentit.fo bjóða vit eitt breitt úrval av bústøðum kring Føroyar, frá hugnaligum siðbundnum húsum til nútímans íbúðir og rúmlig hús. Okkara mál er at veita ein reinann, komfortablan og funktionellan bústað, so tú kanst slappa av og njóta títt uppihald, meðan tú upplivir vøkru náttúruna og serstøku mentanina í Føroyum.

Vit leggja stóran dent á, at hvør gestur fær eina góða og smidliga leiguuppliving. Allir okkara bústaðir eru væl fyrireikaðir og hildnir í góðum standi, so tú kanst vænta eina álítandi, reinliga og væl skipaða gisting, tá tú bókar hjá okkum.

Sum vertir eru vit til reiðar at hjálpa tær gjøgnum alla ferðina. Vit veita hjálp bæði áðrenn tú kemur, meðan tú ert her, og eisini aftaná títt uppihald, um tørvur er á tí. Um tú hevur spurningar um bókingina, tørvar ráð um upplivingar, ella hevur brúk fyri hjálp undir tínum uppihaldi, eru vit altíð klár at hjálpa.

Tú kanst lættliga fáa samband við okkum gjøgnum bókingarsíðuna, har tú bókaði, ella beinleiðis umvegis WhatsApp og telefon. Okkara mál er at tryggja skjótt samskifti, góða tænastu og eina trygga gisting, so tú kanst leggja alla orku í at njóta tað, sum Føroyar hava at bjóða.

Vit gleða okkum at bjóða tær vælkomnum til Føroyar og vóna, at vit kunnu vera við til at gera títt uppihald bæði gott og ógloymandi.

Bústaður

Spógvavegur, Tórshavn 100, Faroe Islands

Tórshavn

Hentleikar

  • Kortgjald
  • Møguligt at bíleggja pláss
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar