Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Bátatúrar í Funningsfirði

Túrar við ferðaleiðara, fiskitúrar og familjutúrar

Túrar við ferðaleiðara, fiskitúrar og familjutúrar

Hesir bátatúrar eru fyri smáar bólkar og familjur, sum vilja uppliva Føroyar frá sjónum. Tú siglir í einum føroyskum báti, okkara fremsta listahandverki. Tað kunnu vera 5 gestir umborð á bátinum.

Umgirdur av hægstu fjøllum og hugnaligum bygdum er Funningsfjørður ein av vakrastu firðum í Føroyum.

Tað eru fleiri upplivingar at velja ímillum:

“Túrar við ferðaleiðara” eru fjølbroyttar upplivingar. Ímeðan tú siglir framvið stórfingnum landsløgum, hoyrir tí staðbundnar søgur, og lærir um djóralívið við strendurnar. Við tráðuni fær tú møguleika at gera tínar egnu royndir.

“Fiskitúrar” eru túrar, har dentur verður á at fiska. Vakra landslagið við fjørðin ger upplivingina heilt serliga. Hevur tú eydnuna, kanst tú fáa fiskasløg sum tosk, hýsu, hvíting og kongafisk.

“Familjutúrar” geva góðan møguleika til at taka lut. Børnini fáa møguleikan at stýra bátinum og at fiska. Á túrinum geva vit náttúruni gætur, og royna at eyðmerkja tey djór og teir fuglar sum vit síggja.

“Fisking og heimablídni” er ein heilt serlig staðbundin heildagsuppliving við fjørðin. Fyrst verður farið út á fjørðin, har roynt verður við tráðuni. Góð tíð er eisini til at njóta vøkru náttúruna. Afturkomin verður tú bjóðaður vælkomin á gátt í einum húsum í Elduvík. Verturin borðreiðir eina betri máltíð, har fiskurin tú hevur fiskað, er ein av táttunum.

Vit eiga tríggjar føroyskar bátar, og kunnu til størri bólkar og starvsfólkaútferðir fyriskipa bátatúrar fyri 15 gestir í senn.

 

Tá vit hittast í bátahylinum í Funningsfirði, hava vit flótidraktir, stivlar og tráður við, so tær nýtist einans at hava myndatólið við! Tú er vælkomin at taka fiskin, tú fært, heimvið!

Fyri at fáa meira at vita um okkara túrar, og fyri at bóka beinleiðis, er tú vælkomin at vitja heimasíðuna boat.fo. Um tú trýstir “Schedule”, sær tú skrá yvir túrar á fleiri føroyskum firðum.

Bústaður

Funningsfjørður marina

Eysturoy

Lýsing

Rúmføri: Upp til s gestir