Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Biskupstøðgarður
Endurbygda heimið hjá Nólsoyar Páll og Marin Malenu.
Í 2019 lat Biskupstøðgarðurin dyrnar upp.
Húsini eru ein samanrenning av tí nýggja og tí gamla. Húsini eru bygd uppá gamla mátan við sjarmerandi roykstovu, vevstovu, glasstovu, køki og hoyggjhúsi. Inni er innrættað í gomlum stíli m.a. við innbúgvi frá fyrst í 1800. Samstundis hevur húsið eisini nýggjar hentleikar so sum gólvhita, el, internet, ljóðskipan og nýmótans køk.
Húsini osa av søguforteljing. Hjúnini Páll og Marin Malena vóru undangongufólk í Føroyum og tordu at droyma stórt í stagneraðu einahandilstíðini seinast í 1700 og fyrst í 1800 talinum.
Uppruna neyst og hjallur eru eisini í økinum.
Húsið hýsir í dag Testovuni Marin Malenu, MICE virksemi, bólkaupplivingum, high-end upplivingum og privatari útleigan.
Bústaður
7 Tingstøðin, Klaksvík 700, Faroe Islands
Norðoyggjar
Lýsing
Rúmføri: Upp til 60 gestir
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Livandi tónleikur
- Søguligt stað
- Rúsdrekka
- Døgurði
- WC
- Kortgjald
- Møguligt at bíleggja pláss
- Bólkar
- Veitslur