Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Bókasavnið á Sandi
kom og les inni á bókasavninum ella læn eina bók heim við
Bókasavnið varð sett á stovn í 2009. Savnið er gáva frá Daniellu Olsen.
Her er alment útlán við føroyskum og donskum bókum til bæði børn og vaksin. Eisini eru føroysk bløð og tíðarrit, sum fólk eru vælkomin inn á gólvið at lesa. Bókavørður er Fridrikka Jensen.
Børn og ung hittast ofta á bókasavninum at lesa, tekna, spæla spøl o.a.
Internet og telda eru eisini tøk hjá vitjandi.
Opið er til sjálvlán allar gerandisdagar frá kl. 9 - 16; tað vil siga, tá kommunuskrivstovan er opin.
Starvsfólk er at hitta mánadag og mikudag ávikavist frá kl. 16 - 18 og 17 - 19.
"Bókasavnsvinir" er ein bókur av sjálvbodnum fólkum úr allari oynni, sum hava tikið seg saman at skipa fyri tiltøkum á bókasavninum. Tiltøkini hava verið nógv og fjølbroytt.
T.d. spælikvøld fyri størri børn, ung og vaksin, lesiringur, fyrilestrar, bókaframløgur,
frásagnarkvøld, heimsfrumsýning av filmi, spurnarkappingin "Slagið um Sandoynna" og mangt annað.
Sands bókasavn, Mørkin Mikla 3, 210 Sandur. Tel. 21 19 39
Bústaður
Mørkin Mikla 3
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Bókasavn
- WC
- Parkering
- Familjuvinarligt
Øki / Bólkar