Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Bókasavnið við Gøtugjógv
Her finnur tú eitt fjølbroytt úrval av bókum til børn, ung og vaksin.
Í skúlanum við Gøtugjógv er eitt hugnaligt og væl skipað bókasavn. Her finnur tú eitt fjølbroytt úrval av bókum til børn, ung og vaksin. Tilsamans eru yvir 14.500 bøkur á bókasavninum, so her er nógv spennandi at velja í.
Leitar tú eftir einari serligari bók, sum ikki er á hillunum, ber altíð til at fáa hana útvegaða.
Øll eru hjartaliga vælkomin at vitja bókasavnið!
Upplatingartíðir:
Mánadag: kl. 10:30 – 11:30
Týsdag: kl. 17:00 – 20:00
Hósdag: kl. 16:00 – 18:00
Bústaður
4 við Gjónna, Gøtugjógv 511, Færøerne
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Bókasavn
- Familjuvinarligt