Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Ból & Biti og heimablídni hjá visitHOMES
Vælkomin til mítt hugnaliga heim, at yvirnátta ella njóta eina góða máltíð.
Eg eiti Lilja Víká og búgvi á Áargarði 10.
Eg búðu øll míni fyrstu barnár á garðinum hjá ommu og abbi og flutti innaftur seinni, tá ið eg gjørdist vaksin, tí mær hevur altíð dámt væl her á garðinum. Nú eru húsini umbygd og nakað størri, men andin kennist júst sum tann sami, sum tað gjørdi í hugnaliga bygdalagnum.
Tað vekir góð minnir og tað fløvar mítt hjarta, tá eg hugsi um mín uppvøkstur her á garðinum. Fólk komu hvørjum øðrum við og gingi bleiv húsana millum til eitt prát. Eisini stukku fólk inn á gólvið og minnist at omma átti altíð te og okkurt heimabakað at bjóða. Minnist enn angan av sandkakuni við appelsin smakki og at kakan bleiv sett inn í skápið í stovuni.
Útsýnið norður í gjøgnum djúpini og sólsetur kvøldini, tá ið lofthavið fekk sín heita lit og nógv fremmandafólk koma út á Egg at síggja sólina fara í kav, bergtók meg og enn standi eg púra býtt hesar løtur.
Eisini hava skímingarløturnar fest seg í minnið. Tá sótu eg og omma oftani við einum borðspæli, meðan abbi lurtaði eftir útvarpinum. Tað var ein sovorðin friður yvir løtuni.
Tað er til hendan friðin og í tí andanum, at eg vil bjóða mítt heimablídni og Ból & Bita til tykkara.
Vælkomin innar!
Bústaður
10 Áargarður, Leirvík 520, Faroe Islands
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Møguligt at bíleggja pláss
- Familjuvinarligt
Øki / Bólkar