Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Drangarnir
Drangarnir eru tveir stakkar í sundinum millum Vágoy og Tindhólm, nevndir Stóri Drangur og Lítli Drangur
Drangarnir eru ein av teimum heilt serstøku upplivingunum í Føroyum. Drangarnir eru tveir stakkar í sundinum millum Vágoy og Tindhólm, nevndir Stóri Drangur og Lítli Drangur.
Túrurin byrjar úti við Effo-støðina, Bakkavegur í Sørvági, og endar á sama stað.
Á hesi útferð við staðkendum ferðaleiðara, kanst tú síggja Drangarnar við tínum egnum eygum. Ferðaleiðarin gongur gjøgnum haga sín til útsýnið yvir Drangarnar. Hetta er ein miðaltungur túrur.
Sambært lóg krevst samtykki frá eigaranum at ganga í haganum. Til ber bert at fara henda túr við ferðaleiðara, og gongd í haganum uttan ferðaleiðara kann føra til bót.
Ansni fyri náttúruni, seyðinum og djóralívinum annars í haganum er sera umráðandi. Hagin er fyrst og fremst bit og tilvakstrarstað hjá seyðinum og øðrum djóralívið við. Tí er umráðandi, at tey sum ganga í haganum halda seg til gøturnar og ansa eftir at órógva seyðin og náttúruna sum minst.
Fyri at bóka, vinarliga fylg hesari leinkjuni: hiking.fo
Bústaður
3HGP+54 Bøur, Faroe Islands
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt