Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Eggjarnar

Eggjarnar
Eggjarnar, eisini kallað Skúvanes, er eitt forberg ið er 200 metrar yvir havyvirflatuna, sunnanfyri Vág. Staðið er kent fyri einastandandi vakra útsýnið til bergini í Suðuroy. Útsýnið fevnir frá Beinisvørð norður til Vágseiði og Gjógvarafjall. Eggjarnar er eitt sera atkomiligt stað, tí tú kanst koyra allan vegin, og eisini ber til at ganga allan vegin úr Vági.

Vegur niðan til Eggjarnar, byrjar í Vági frá Eggjarvegi, ið er ein síðuvegur til Líðarveg á sunnaru síðu av Vágsfirði. Vegurin støðgar bert umleið 25 metrar frá eggini, og bergið er steyrrætt niður í Atlantshavið. Øll vestursíðan av sunnaru helvt av oynni sæst. Móti suðuri sæst Beinisvørð, sum er hægsa forberg í Suðuroynni og næsthægsta forberg í Føroyum.

Loranstøðin á Eggjunum
Undir seinna heimsbardaga bygdu amerikanarar eina loranstøð á Skúvanesi og reistu 4 høgar meistrar har uppi; fyrsta signalið fór í luftina 15. okt 1943. Støðin, ið var peilistøð og hevði til uppgávu at leiðbeina skip og flogfør, varð drivin av bretum, ið høvdu Føroyar hersettar undir krígnum. Støðin hon helt fram at virka aftan á kríggið eisini. Tá ið bretar tóku seg aftur í 1946, yvirtóku danir hana. Hon var í brúki til desember 1977. (Kelda: Wikipedia)

 

Bústaður

Eggjarnar

Suðuroy