Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Eiði
Risin og Kellingin og Slættaratindur
Mest vitjaðu ferðamál í Eiðis Kommunu eru Risin og Kellingin og Slættaratindur. Risin og Kellingin eru tveir drangar, ið standa norðan fyri Eiðiskoll.
Søgnin sigur, at drangarnir vóru tveir risar, ið vóru sendir úr Íslandi at draga Føroyar við sær heimaftur. Slættaratindur er hægsta fjallið í landinum (880 m), og ein kláran dag, ber til at síggja út yvir allar Føroyar frá toppinum.
Á Eiði ber eisini til at vitja Látrið, ið er eitt av elstu húsunum í bygdini (frá áleið 1840). Eisini eru søguligur bygningar uppi á Eiðiskolli, ið vóru bygdir undir 2. Veraldarbardaga. Eystur undir Krúp, er eisini væl umtóktur, lættur og vakur túrur.
Bústaður
6 Kirkjuvegur, Eiði 470, Faroe Islands
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Parkering