Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Fiskastykkið

  • Café Fiskastykkið

frískari luft og feskum, føroyskum fiski

frískari luft og feskum, føroyskum fiski. Soleiðis er enn í dag, eins og fyri hundrað árum síðani tá ið tú vitjar

Tí tá ið tú síðani kagar út gjøgnum kámu sprossavindeyguni, sært tú ein slætta við flatum steinum koma undan kavi. Og krympar tú eyguni saman, hómar tú tey fornu SANDAVÁGSFÓLKINI, har tey knossast at breiða út fisk. Klippfisk, sum úti í stóru verð hevði fingið stuttliga navnið BACALAO.

Ytst í Sandavági standa eini gomul, søgulig hús. Tá tú traðkar inn um gátt, brakar tað í gomlu gólvbrettunum; eitt ekkó úr farnari tíð um virksemið, ið einaferð fyrifórst.

Fiskastykkið læt upp í juni 2019 í tí ovasta pakkhúsbygninginum Úti á Gjógv í Sandavági. Hølini eru rúmlig, barnavinarlig og atkomandi hjá fólki í koyristóli.

Fiskastykkið borðreiðir við løttum og leskiligum rættum. Vit leggja stóran dent á at gera heimagjørdan og heilsugóðan mat - eitt nú er fiskur, grønmeti og heimagjørt breyð altíð á matskránni. Harafturat ber til at njóta ein góðan drekkamunn við onkrum søtum afturvið.

Sí matskránna á heimasíðuni fiskastykkid.fo.
Skeið og tiltøk
Vit hava møguleika fyri at hýsa bólkatiltøkum og at gera matpakkar til starvsfólkaútferðir og onnur tiltøk. Í sambandi við bólkatiltøk hava vit 65 sitipláss á kaféini.

Tað ber til at venda sær til okkara við fyrispurningum á fiskastykkid@fiskastykkid.fo ella við at ringja +298 250600.

Bústaður

12 Úti á Gjógv

Vágar

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • Rúsdrekka
  • Ábit
  • Omaná
  • Døgurði
  • Koyristól atgongd

    Koyristól atgongd

  • WC
  • Kortgjald
  • Parkering
  • Bólkar
  • Veitslur
Tiltøk hjá Fiskastykkið

Øki / Bólkar