Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Føroyskar tapas við einum ótrúligum útsýni
Bjørk og Andor bjóða ferðafólki hjartaliga vælkomin inn í sítt heim.
Maturin hjá teimum ber íblástur av tí, sum náttúran gevur, og verður framleiddur við burðardygd í huga. Tey borðreiða við eggum frá egnu hønum, fiski sum Andor hevur fiska, kjøti frá egnu haga, heimaveltum eplum og frískum grønmeti úr egnum urtagarði.
Alt breyð, køkur og annað, er heimagjørt. Rabarbur verða tiknar úr egnum urtagarði. Tey bjóða eisini heimagjørdar pylsur og aðrar siðbundnar rættir.
Áðrenn máltíðina verða gestir bjóðaðir í listaverkstaðið hjá Bjørk – eitt livandi og íblástursrík stað. Her fáa gestir ein vælkomudrykk, meðan teir kunnu njóta list hennara.
Bjørk er ein skapandi sál, sum arbeiðir sum listakvinna, hárfríðkanarkvinna og yoga-venjari, og hennara skapandi huglag sæst aftur í húsinum. Andor er fiskimaður við djúpum sambandi við havið og tey føroysku fjøllini. Hann gongur ofta túrar og hevur djúpa virðing fyri náttúruni og hennara gávum.
Saman hava tey ein brennandi kærleika til føroyska landslagið og leggja dent á at nýta tað, sum náttúran gevur, á burðardyggan hátt.
Máltíðirnar verða borðreiddar í einum hugnaligum umhvørvi við fantastiskum útsýni og góðum selskapi.
Upplatingartíðir
-
Stongt