Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Gamli Skúli í Sørvági
Gamli skúli skipar regluliga fyri konsertum.
Gamli skúli rúmar áleið 80 sitandi gestum og er góðkendur til 100 fólk. Hølini eru sera fjálg og vælljóðandi og ljóðútgerðin er góð.
Í Gamla skúla er eisini køkur og wc.
Gamli skúli í Sørvági hevur einastandandi hølis og ljóð viðurskifti til smærri konsertir og tiltøk so sum fyrilestrar, skeiðir oa.
Gamli Skúli er ein estetisk perla frá 1887/2010, og hetta gevur hølinum ein serliga góðan og hugnaligan dám.
Musikkskúlin heldur eisini til í gamla skúla. Útgerð til ljóð, framløgur og konsertir er fast uppsett.
Við Sørvágs skúla - hinumegin ánna - eru fleiri parkeringsplás.
Ein trappa er frá skúlagarðinum oman til eina góða brúgv yvir um ánna beint til høvuðsdyrnar í Gamla skúla.
Niðri við kirkjuna eru eisini fleiri parkeringspláss. Gøta frá kirkjuni er beint niðan til brúnna við inngongdina.
Hjá brúkarum í rullistóli er lættast at parkera við svimjihøllina ella undir Sørvágs skúla og so koyra undir skúlanum yvir til brúnna.
Høvuðsinngongdin er vestureftir móti Sørvágs skúla/kirkjuni.
Atgongumerki fáast á atgongumerki.fo ella við dyrnar.
Atgongumerki skulu eisini bíleggjast, um tiltakið er ókeypis. Dyrnar opna áleið hálvan tíma áðrenn byrjan.
Seti tykkum í samband við okkum um bóking og meira kunning á gamliskuli@sorvag.fo
Bústaður
4 Skúlabrekkan, Sørvágur 380, Færøerne
Vágar
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Livandi tónleikur
-
Koyristól atgongd
Koyristól atgongd
- WC
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar
- Veitslur
Øki / Bólkar