Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Heiðursportrið í Nólsoy
Heiðursportrið er av stórhvalakjafti og var fyrstu ferð reist til Kongavitjanina í 1907
Á heimaru kaiuni er heiðursportrið. Føroyingatíðindi skrivaði 5. september 1895, at ein stórhvalur var sæddur við Nólsoynna, og at hann var einar 25 metrar til longdar. Nólsoyingar ognaðu sær hann eftir tógvi stríð við Albert Grøn frá hvalfangarastøðini í Gjánoyri og amtmannin Buckwald.
Ryggeislarnir vóru brúktir sum krakkar í bygdini og kjafturin var reistur sum heiðursportur við træbrúnna, tá Fríðrikur kongur VII vitjaði í 1907. Í 1975 var tað reist í Hoygarðinum, har tað framvegis stendur í dag.
Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen
“På vandring i Nólsoys fortid.”
Bústaður
6 Í Túni, Nólsoy bygd 270, Faroe Islands
Streymoy
Upplatingartíðir
-
Stongt