Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Heimablídni hjá Hildigarð
Et lekkran føroyskan fisk heima í hugnaligu stovuni hjá Hildigað á Sandi
Hjá Hildigarð følir tú teg akkurát sum heima. Hon bjóðar tær alt frá brunsj til matpakka ella døgurða.
Hildigarð ger flak í heimsklassa, sum maður hennara fiskar til høvið.
MATSKRÁ
Góður føroyskur døgurði, oftast flak úr økinum, epli v.m.: 700 kr. fyri hvønn
Góður matpakki, 4 hálvar við føroyskum viðskera: 220 kr. fyri hvønn
Góður drekkamunnur, kaffi, te, heimabakaðir bollar ella kaka ad libitum: 200 kr. fyri hvønn
Góður miðmáli, breyð við viðskera, sum oftast er alt føroyskt: 370 kr. fyri hvønn
Gott føroyskt kalt borð, breyð við ser-føroyskum viðskera eftir árstíðini, alt frá skerpikjøti til grind, turrum kjøti, turrum fiski v.m.: 840 kr. fyri hvønn
BÍLEGGING
Heimablíðni hjá Hildigarð má bíleggjast í so góðari tíð sum til ber, tó í seinasta lagi fyrrapart tann dagin tit koma.
Tú ert vælkomin at seta set í samband við okkum á info@visitsandoy.fo ella 222 078.
Bústaður
2 Runtagøta, Sandur 210, Faroe Islands
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Omaná
- Døgurði
- Utbering
- Møguligt at bíleggja pláss
- Familjuvinarligt
- Bólkar