Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Heimablídni hjá Poul og Sóleyð
Heimablídni hjá Poul og Sóley heima á Sandi
HEIMABLÍDNI HJÁ POUL OG SÓLEYÐ, SANDUR
UM OKKUM
Vit eita Sóleyð og Poul. Vit eru bóndir og eiga sjey børn í aldrinum 16 – 39 ár. Okkum dámar væl at ganga túrar í føroysku náttúruni, men okkum dámar eisini væl at hugna okkum heima. Vit hava ofta gestir og vit vit halda at tað er stuttligt at hugna um vitjandi heima hjá okkum. Vit leggja dent á at gera góðan føroyskan burðadyggan mat og tilfarið sum vit nýta til okkara matgerð, er fyri tað mesta frá okkum sjálvum ella lokalt.
HENT AT VITA
NÆR BORREIÐA VIT?
Brunsj – kl.10.30 – 14.00 (ella eftir egnum ynski)
Døgurði – kl.18.00 – 23.00 (ella eftir egnum ynski)
Min. 4 pers. max 30 pers.
MATARSKRÁ
Luksus brunsj – egg, sild, turran fisk, grind og spik, eplir, rullipylsa, turt kjøt, kalvasalat, ost, frukt, súltutoy, laks, kjøtpylsa, breyð, kaka, kaffi, te, djús, sodavatn, øl og vín. Prísur: 595 kr,- per persón (min. 4 persónar)
Brunsj – egg, bacon, pylsir, breyð, føroyskt viðskeri, ost, breyð, kaffi, te, djús. Prísur: 300 kr,- per persón (min. 6 persónar)
Døgurði – Rabarbu mojito, langtíðarsteikt lambskjøt við steiktum rótfruktum, eplum og sós. Omaná: rabarbugreyt ella annað við rabarbum. Kaffi, te, øl, vín, sodavatn. Prísur: 595 kr,- per persón (min. 4 persónar)
Eisini bjóða vit:
Stoktan fisk, eplir og smelt – Prísur: 450 per persón (min. 6 persónar)
AT TAKA VIÐ
MATPAKKI: 4-5 hálvar breyðflísar við føroyskum viðskera, 1 fløska vatn, kaka og frukt. Tað ber til at fáa eina cider ella øl ístaðinfyri vatn. Prísur: 150,- per persón
Vit kunnu eisini koyra tykkum til og frá støðum á oynni (eitt nú til og frá gongutúrum o.a.).
BÍLEGGING
Heimablíðni hjá Poul og Sóleyð skal helst bíleggjast í seinasta lagi 2 dagar áðrenn. Tit eru tó altíð vælkomin at senda ein fyrispurning, sjálvt um tað er styttri enn 2 dagar áðrenn.
Tú ert vælkomin at seta set í samband við okkum á info@visitsandoy.fo ella 222 078.
Bústaður
110 Heimasandsvegur, Sandur 210, Faroe Islands
Sandoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Rúsdrekka
- Ábit
- Omaná
- Døgurði
-
Koyristól atgongd
Koyristól atgongd
- WC
- Parkering
- Familjuvinarligt
- Bólkar
- Veitslur