Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Heimablídni hjá Tummas Frank & Elisabeth

  • Tummas Frank og Elisabeth
  • Bygdatúrur við tummas Frank
  • Kaffimunn við vaflum

Heimablídni hjá Tummas Frank og Elisabeth

HEIMABLÍDNI HJÁ TUMMAS FRANK OG ELISABETH, SKÚVOY

UM OKKUM
Hjá Tummas Frank og Elisabeth er hugnaligt at vera. Tummas Frank er uppvaksin í Skúgvi og Elisabeth hevur búð í Skúgvi í góð 40 ár.

Tummas Frank og Elisabeth kunnu bjóða tær alt frá matpakka, morgunmat, miðmála og døgurða, ein gongutúr við ferðaleiðara eins og Ból & Bita.

MATARSKRÁ
Vit borðreiða við góðum føroyskum mati og alt er heimabakað. Her sært tú hvat vit kunnu borðreiða við, alt eftir árstíð:

Morgunmatur (dømi): heimabakað breyð og bollar, egg, sild, ostur og annað føroyskt pálegg.

Miðmáli og kalt borð (dømi): heimabakað rugbreyð, drýlur, rullupylsa, skinsakjøt, feskt kjøt, skerpikjøt, livurpostei, kaffi og heimabakað.

Døgurði við kaffi (dømi): súpan, feskt kjøt, epli, rákostsalat og sós, kaffi og heimabakað.

TÚRAR
NIÐAN TIL EGGJAR
Tummas Frank er ferðaleiðari í Skúgvi. Hann dugir væl at greiða frá og undirheldur altíð við góðum søgum.

Við Tummasi kunnu tit fáa ein frálíkan túr niðan til Eggjar. Túrurin tekur 3 tímar aftur og framm.

BYGDATÚRUR
Skúvoyar bygd er ein áhugaverd bygd, og enn meir áhugaverd verður hon, um tú hevur staðkendan ferðaleiðara við tær. Á bygdatúrinum við Tummasi, hoyrir tú m.a. um kirkjuna, Sigmund og hansara søgu og tíð, og vit síggja lundalandið við bygdina.

AÐRIR TÚRAR
Til ber at bíleggja aðrar túrar og mat eftir avtalu.

PRÍSLISTI
EINSTAKLINGAR:
Gongutúrur norð í Fagradal – við kaffi : 480 kr. fyri hvønn

Morgunmatur – við kaffi: 200 kr. fyri hvønn

Morgunmatur og kalt borð : 400 kr. fyri hvønn

Miðmáli – við kaffi: 250 kr. fyri hvønn

Døgurði – við kaffi: 250 kr. fyri hvønn

Kalt borð – við kaffi: 275 kr. fyri hvønn

Bygdatúrur við kaffi og heimabakaðum: 250 kr fyri hvønn

Morgunmatur, stórur gongutúrur og døgurði (6 tímar): 980 kr. fyri hvønn

Morgunmatur, stórur gongutúrur og kalt borð (6 tímar): 875 kr. fyri hvønn

BÓLKAR (MIN. 10 GESTIR):
Morgunmatur, stórur gongutúrur og døgurði (6 tímar): 700 kr. fyri hvønn

Morgunmatur, stórur gongutúrur og kalt borð (6 tímar): 650 kr. fyri hvønn

Gongutúrur norð í Fagradal – við kaffi: 250 kr. fyri hvønn

Bygdatúrur – við kaffi: 150 kr. fyri hvønn

BÓLKAR MEIR ENN 20 FÓLK, ELLA PENSIONISTAR: SPYR UM TILBOÐ
.
BÍLEGGING
Um tú hevur nakrar spurningar, ert tú vælkomin at seta set í samband við okkum á info@visitsandoy.fo ella 222 078.

Bústaður

11 Skúlavegur, Skúgvoy 260, Faroe Islands

Sandoy