Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hilton Garden Inn
Hilton Garden Inn Hotell í Havn
Hilton Garden Inn Faroe Islands er nýggja altjóða hotellið í Føroyum. Eitt sjaldan vakurt og nútíðarligt hotell við stórfingnum kringsýni yvir føroyskt umhvørvi. Hilton Garden Inn Faroe Islands er ímyndin av norðurlendskum marglæti og hugna í Føroyum.
Njót heimskenda Hilton stílin við hjartaligum gestablídni, góðsku og tænastum í heimsins minsta høvuðsstaði, Tórshavn. Hilton Garden Inn Faroe Islands stendur mitt í Havnini beint við landsins størsta handilskjarna og frítíðarøki við fótbóltsvallum, almennari svimjihøll, innandura ítróttarhølum og hentleikum og mongum øðrum.
Hotellið hevur 130 nýtíðar dupultkømur, eina hugnaliga tilhaldsstovu og matstovu, góða barr í forhøllini og fimm fundarhøli.
Hotellið veitir tíðarhóskandi og dyggar tænastur bæði til einstaklingar, bólkar og ráðstevnugestir.
HØLI
Hilton Garden Inn Faroe Islands hevur fimm ráðstevnuhøli, sum hýsa bæði smáum og stórum fundum upp í 286 luttakarar við øllum nútíðarligum hentleikum sum sjónvørpum, háorku Wi-Fi og øðrum.
SKJÓT KUNNING
Miðbýur: 1,5 km
Hotellflokking: ★★★★
Ráðstevnuflokking: ★★★★
Pláss: 130 kømur
(dupultkømur, tvíseingjarúm, svita, handikapp, sambundin kømur)
Ráðstevnuhýsing: upp til 286 fólk
Wi-Fi: Ókeypis
Matstova við plássi til 90 fólk
Baðstova, venjingarhøli og gosbað
Parkeringspláss
10 minuttir at ganga inn í miðbýin
Floghavn: 47 km
Bústaður
13 Staravegur, Thorshavn 100, Færøerne
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt