Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hjá MorMor B&B

  • Cafe MorMor
  • Cafe MorMor
  • Cafe MorMor

Nú ber eisini til at gista í hugnaligu kaffistovuni í hjartanum á Tvøroyri.

Verið vælkomin at gista Hjá MorMor.
Hjá MorMor er gula húsið, Undir Heygnum á Tvøroyri, við lítlari seymistovu, café og trimum kømurum til gisting!
Í løtuni hava vit eitt dupultkamar, sum er í anneksinum omanfyri, men frá 1. juni 2026 hava vit 2 dupultkømur afturat á loftinum Hjá MorMor.
Í anneksinum er dupultkamar við baðirúmi og eitt vakstrarhús, sum um summarið eisini verður brúkt til kaffistovu til cafégestir, og sum um veturin liggur í dvala.
Á loftinum hjá MorMor verða tvey dupultkømur við felags baðirúmi. Húsini eru frá 1890, so vert er at leggja merki til trappuna upp á loft. Myndir av kømurum koma, tá liðugt er at umvæla!

Morgunmaturin verður borðreiddur á caféíni – eitt nú heimabakað breyð, frísktpressað juice við góðum tilhoyri.

Vit vilja fegin hava gestir at yvirnátta, í minsta lagi, tvær nætur.
Prísur fyri tvær nætur í dupultkamari í anneksinum, v/morgunmati, er 2500 kr.
Prísur fyri tvær nætur í dupultkamari Hjá MorMor, v/morgunmati, er 1900 kr.

Áhugað kunnu senda teldupost til cafe@mormor.fo ella ringja 287810

Bústaður

38 Undir Heygnum, Tvøroyri 800, Færøerne

Suðuroy