Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hotel Hafnia

  • Útsýni Hafnia
  • Hafnia
  • Panorama

Søguliga miðbýarhottellið í Havn

Miðskeiðis í tjúgundu øld setti Christian Restorff sær fyri at byggja nýtt hotell í Tórshavn. Hotellið lat upp í 1951 og fekk navnið "Hafnia". Næstu áratíggjuni var hotellið í støðugari menning, og sum frá leið tók Hafnia skap. Tað var einki at ivast í, at hotellið var stórsligið at meta eftir føroyskum standardum.

Maður kemur í mans stað, og í 1988 tóku synirnir, Johan og Martin Christian (betur kendur sum MC), yvir við Johan sum stjóra. Johan framdi eina stóra umvæling av hotellinum, og nú megnaði hotellið at lúka øll altjóða krøv.

Synirnir hildu fram í sama anda sum pápin: Góð tænasta var altíð teirra hjartamál. Størsta ynski teirra var, at gestirnir kendu seg væl á hotellinum.

Á vetri 2005 skifti hotellið eigara og varð sostatt ikki ogn hjá Restorffs familjuni longur. Tó so - arbeiðsfólkið er enn tað sama. Teir nýggju eigararnir eru Osmund Justinussen, synir hansara Tummas og Gunnar og Per Sævik úr Noregi.

Bústaður

4-10 ÁARVEGUR

Tórshavn