Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hvalastøðin við Áir

  • Hvalastøðin við Áir

Síðsta varðveitta hvalastøðin á norðara heimsknøttinum

Hvalastøðin við Áir stavar frá 1905.
Hon var partur av einum heimsumfatandi norskum stórídnaði,
sum kom her til landið um aldaskiftið 1800 – 1900.
Norskar fyritøkur settu sjey hvalastøðir á stovn í Føroyum.
Hvalastøðin við Áir var tann seinasta, sum kom,
og er tann einasta, ið er varðveitt.

Støðin helt uppat at framleiða lýsi og turrfóður í 1958.
Hon var opin í nøkur ár í 1960- og 1970-árunum,
har til bar at keypa tvøst.
Tann síðsti hvalurin varð flensaður á støðini í 1984.

Hvalastøðin er í dag savn.
Tjóðsavnið varðar av støðini
og hevur varðveitslu og viðlíkahald um hendi.

ATGONGUMERKI:

Vaksin: 80 DKK
Børn (0 - 18 ár): Ókeypis
Pensjonistar/lesandi: 50 DKK
Bólkar (min. 10 fólk): 50 DKK per persón
Rundvísing: 30 DKK per persón

Leygar- og sunnudag er rundvísing kl. 11, kl. 13 og kl. 15.

/Um summari er atgongumerkið galdandi til allar framsýningar Tjóðsavnsins (Brekkutún, Hoyvíksgarð og hvalastøðin við Áir), og kann nýtast einaferð til hvørt savn frá keypsdegi og eina viku fram.

Bústaður

Við Áir

Streymoy

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • WC
  • Kortgjald
  • Møguligt at bíleggja pláss
  • Parkering
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar