Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kirkja
Á Fugloy
Um bygdina
Kirkjan á kirkju er ein prýðilig ímynd av bygdini, sum hevur givið íblástur til føroyska málningalist og skaldskap. Her kanst tú njóta friðin og stórbæra útsýnið, vitja forkunniga handilin í Geil, og droyma teg burtur í hugtakandi sagnum. Søga Kirkja er nevnd í Hundabrævinum (1350 - 1400), men óvist er, hvussu langt frammanundan hesum, fólk hava búð á Kirkju. Navnið stavar frá tíðarskeiðnum, tá ið einasta kirkjan á Fugloynni var á Kirkju. Fólkatalið var hægst í 1920-unum, tá ið upp ímóti 150 fólk búðu her. Fráflytingin tók dik á seg í 1960-unum, og nú búgva færri fólk á Kirkju enn í 1801, tá ið 31 fólk búðu í bygdini. Landbúnaður, útróður og ríku fuglabjørgini hava myndað lívið á Kirkju í øldir, og nú er ferðavinnan vorðin eitt ískoyti afturat til samansetta arbeiðsmynstrið.
Kelda: visitnordoy.fo
Mynd: Marit Fríða Christiansen
Bústaður
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt