Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kirkjan Hestur

  • Kirkjan í Hesti

kirkja vígd 1911

Á fundi í kirkjuráðnum fyri Kirkjubøar sókn í 1908 viðmælir ráðið einum ynski frá bygdarfólkinum í Hesti um at fáa nýggja kirkju. Hetta fæst at vita úr fundarbókini, og helst er farið í holt við arbeiðið beinanvegin, tí longu tvey ár seinni - í 1910 - er kirkjan liðug.

Til formann fyri grótarbeiðinum valdu hestmenn Rasmus Lemvig. Sum formaður varð hann løntur av kirkjugrunninum, men avgjørt varð millum hann og bygdarmennirnar, at lønin skuldi falla til kirkjuna. Fyri henda pening varð ljósakrúna keypt. Annars var alt annað arbeiði sjálvboðið.

Magnus Jacobsen arkitektur í Havn - vanliga nevndur Magnus á Kamarinum - hevur teknað kirkjuna. Kirkjan, sum er bygd dygst við bakkatrom, norðan fyri Kvíggjará, er laðað av gróti uttan og klødd við timbri innan og er, máld uttan, 12x24 alin.

7777 steinum sigst hon at vera laðað av. Laðingin sæst tó ikki, tí kirkjan er pussað uttan. Uttan er kirkjan hvíttmálað við svartari grund og hevur reytt asbesttak. Tornið er hvítt og reytt og er bygt í píll.

Kirkjan varð vígd 2. hvítusunnudag (5. juni) 1911 av Fríðrikki Petersen, prósti.

Bústaður

47 Kvíggjarvegur, Hestur 280, Faroe Islands

Streymoy