Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Klaksvík
Miðstaðurin í Norðoyggjum
Frá gamlari tíð hava 5 býlingar verið rundan um vágna og Borðoyarvík, í Vági, á Uppsølum, í Gerðum, á Myrkjanoyri og á Oyri.
Klaksvík var upprunaliga navnið á eini lítlari óbygdari vík vestarumegin vágna, men tá ið Kongaligi Einahandilin í 1838 setti úthandil á stovn við hesa víkina, fekk hon so stóran týdning fyri allar Norðuroyggjar, at navnið á víkini vann hevd sum felagsnavn fyri allar býlingarnar.
Við hesum byrjaði altjóðagerðin av Norðuroyggjum við búsetingini rundan um vágna sum miðdepli. Tað var kortini ikki fyrr enn fyri góðum hundrað árum síðan, tá ið menningin tók dik á seg, og býlingarnir vuksu saman, at fólk av álvara fóru at nýta orðið Klaksvík um allar býlingarnar.
Til miðskeiðis í 1800-talinum var í roynd og veru ikki talan um eina bygd, men heldur um 5 býlingar, sum lógu nakað burtur hvør frá øðrum.
Kelda: Hans Andrias Sølvará, Klaksvíkar søga
Bústaður
The town
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt
Øki / Bólkar