Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kollafjarðar kirkja

  • Kollafjarða kirkja

Kirkja frá 1837

Kollafjarðar kirkja, sum stendur á laðaðari grund, er úr timbri við flagtekju og torni. Hon stendur í fyrndargamla býlinginum við Sjógv.

Spurningurin um at byggja nýggja kirkju í Kollafirði og í Kvívík varð reistur á vártingi í 1837. Eitt sindur av kapping hevur verið ímillum bygdirnar um, hvør skuldi vera fyrstur við nýggjari kirkju. Kollfirðingar vóru við yvirlutan, og nýggj kirkja kom ikki í Kvívík fyrr enn í 1838.

Eftir skrivaðum keldum á Sjællands Landsskjalasavni og Føroya Landsskjalasavni at døma er farið undir arbeiðið við nýggju kirkjuni í august 1837, og umleið tann 18. novembar sama ár stóð kirkjan liðug.

Nær kirkjan er vígd, er eitt sindur av iva um. Eftir mannasøgn í Kollafirði varð hon vígd fyrsta sunnudag í advent 1837. Hesin dagur fall á 3. desember, men hetta er ikki í samsvar við skrivaðu keldurnar, sum benda á, at vígsludagurin var 18. november.

Síðani kirkjan varð bygd í 1837, hevur hon fingið fleiri størri umvælingar.

Bústaður

438X+Q8W, Við Sjógv, Kollafjørður, Faroe Islands

Streymoy