Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kópakonan

  • Kópakonan

Standmyndin av kópakonuni er grundað á ta vøkru, ógvusligu og hugtakandi søgnina um kópakonuna

Standmyndin av kópakonuni stendur á Stórakneysa í Mikladali. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina. Kópakonan var avdúkað tann 1. august í 2014, og síðani hevur hon verðuliga sett Mikladal á heimskortið.

Standmyndin av kópakonuni er grundað á ta vøkru, ógvusligu og hugtakandi søgnina um kópakonuna. Søgnin um kópakonuna er als ikki serføroysk. Líknandi sagnir, við ymsum frábrigdum eru nógvastaðni kring heimin - serliga í bretsku oyggjunum. Har verður kópakonan kallað Selkie.

Ein stutt versión av søgnini úr Mikladali er skrivað nirðiundir.

 

Á trettandu nátt plaga kóparnir at koma uppá land á helluni í Mikladali. Ta náttina kunnu tey kasta kópahamin, og eru tá fólk í eina nátt. Tey dansa og stuttleika sær.

Ein Mikladalsdrongur vildi síggja hvussu kóparnir komu á land, og legði seg at lúra. Hann sá eina ómetaliga vakra gentu koma úr kópahami sínum, og hugdi hvar hon legði hamin frá sær. Hann tók hennara ham, og krógvaði hann. Gentan slapp tí ikki á sjógv aftur saman við hinum kópunum, men noyddist at fylgja mikladalsdronginum heim, og tey livdu sum kona og maður, og fingu eisini børn saman.

Mikladalsmaðurin læsti kópahamin í eini kistu, og hevði altíð lykilin uppiá sær. Ein dag, tá hann var útrógvin, varnaðist hann tó at lykilin var vekk. Hann rópti “í dag verði eg konuleysur”, og teir róðu so skjótt teir vóru mentir heim aftur. Men ov seint var. Teir sóðu kóp við helluna, og allarhelst var tað brimilin, sum var komin at taka ímóti opnu síni.

Á Sunnanágarði, har mikladalsmaðurin hevði búð saman við kópakonuni, sótu børnini einsamøll. Kópakonan hevði sløkt eldin og krógvað allar knívarnar, og var so farin.

Seinni, tá mikladalsmenn skuldu fara at sláa kóp, kom kópakonan í dreymi til mann sín, og legði honum eina við ikki at drepa stóra brimilin og hvølpar teirra. Mikladalsmaðurin aktaði ikki hesi boð.

Seinni tá menn býttu fongin sínamillum, fekk mikladalsmaðurin brimilin, og lollir og fitjur av hvølpunum í sín lut. Tá kópakjøtið var í grýtuni, kom kópakonan inn sum tað ljótasta trøllið og segði “hevnt er og hevnt skal verða”, og lovaði at frá hesum degi skuldu so nógvir menn í Mikladali falla í bjørgunum, at teir skuldu kunna røkka runt um alla Kalsoynna.

Bústaður

16 Bakkavegur, Mikladalur 797, Faroe Islands

Norðoyggjar