Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Kvívíkar kirkja

  • Kvívík Church

Kirkjan í Kvívík

Í seinasta helmingi av 19. øld vaks fólkatalið í Kvívik skjótt. Og í 1901 sendu kirkjuverjarnir umsókn til kirkjuumsjónina, um at fáa bygt upp í verandi kirkju. Men ein løgtingsnevnd viðmælti løgtinginum at játta pening úr Norðstreymoyar prestgjalds kirkjukassa til bygging av nýggjari kirkju ístaðin.

So varð farið undir at fáa tekning til vegar og menn at standa fyri arbeiðinum. Petur í Mattalág í Havn varð biðin at tekna nýggju kirkjuna. Til hjálpar fekk hann sær Magnus á Kamarinum, sum hevði verið uttanlanda og fingið sær arkitekt-kunnleika, og Zakaris hjá Bøkjaranum, sum var kendur sum góður handverkari og húsasmiður.

Áðrenn árið 1901 var av, vóru tekning og allar fyrireikingar lidnar. Og nú var at fáa grót til vegar.

Formaður fyri at spreingja grót og evna til var Kristjan Díðrikur Jensen av Stykkinum. Tann 23. apríl 1902 var spreingiarbeiðið liðugt. Og så var farið at laða.

Magnus av Kamarinum hevði mest sum alt innandurasmíðið um hendur.

Garver 28. August Boða Amtið og Próstur Frá, at Nú Leið So Væl við Byggingini, at Kirkjan Fór at Standa Liðug um 1. desember.

Seinast í november 1903 stóð kirkjan liðug at taka í nýtslu. Kirkjan er øll laðað úr høgdum grótið, pussað uttan við sementi og kálkað við hvítum kálki. Takið var av jarn, málað reytt, somuleiðis eisini takið á torninum. Í 1990 var jarntekjan skift út við skifurtekju. Kirkjan er 30 x 15 alin til støddar uttan.

Kirkjan varð vígd 3. Sunnudag í advent, 13. desember 1903, av Fríðrikki Petersen, presti, á Nesi í Eysturoy.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Yngru Hválvkirkjurnar]

Kirkjusóknin: Kvívík, Stykkið, Leynar og Skælingur.

Bústaður

32 Víkarvegur, Kvívík 340, Færøerne

Streymoy