Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kyrjasteinur í Fuglafirði
Kyrjasteinur - gomul skonnart
Gamla skipið Kyrjasteinur er ein skonnart, sum varð bygd í Korsør í Danmark í 1936 og kom til Fuglafjarðar í 1937 – í eini tíð, tá fiskiflotin í Fuglafirði var stórur, við 15 skipum, harav tríggjar skonnartir. Kyrjasteinur er einasti báturin frá teirri tíð, sum enn er í Fuglafirði, og eisini einasta skonnartin, ið er eftir í Føroyum.
Hon hoyrdi upprunaliga til reiðaríið hjá Haraldsen, men í 1961 varð skonnartin seld burtur úr bygdini. Í 1992 ætlaði táverandi eigarin at skrotta skipið, men ístaðin varð tað keypt av nøkrum monnum úr Fuglafirði – hóast teir ikki búðu í bygdini longur. Ætlanin var at gera Kyrjastein til eitt søgusavnsskip. Tíverri sakk skipið í februar 2000, meðan tað lá á fjørðinum.
Í desember 2001 fekk Kyrjasteinur sítt pláss á landi, har hann stendur í dag.
Bústaður
1 Gjogvaravegur, Fuglafjørður 530, Færøerne
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Parkering