Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Lúkukaffi í Fuglafirði
Lúkukaffi er hugnaliga kaffistovan í gallarínum í Ribarhúsi (opin, tá til ber)
Í hjartanum av Fuglafirði, inni í Ribarhús, finnur tú kaffistaðið, Lúkukaffi. Her ber til at njóta heimagjørdar kakur og gott kaffi, ímeðan tú hyggur at listini á veggunum. Kanska aftaná tú hevur vitja heimavirkishandilin? (Vegna starvsfólkatrot, kann kaffistovan tíverri vera stongd ymsar tíðir)
Lúkukaffi liggur mitt í húsinum, har ein lítil gluggi – ella "lúka" – gevur navnið.
Lúkukaffi er partur av Ribarhúsi – eitt savnandi hús við listasýningum, heimavirkishandli, tiltøkum, verkstovum og nógvum lívi. Tað ger vitjanina enn ríkari: tú kemur inn at fáa tær ein kopp av kaffi, men fer kanska heim við nýggjum íblástri ella eini heimavirkaðari gávu.
Bústaður
14 Í Støð, Fuglafjørður 530, Færøerne
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Live framførsla
- Livandi tónleikur
- Søguligt stað
- Ábit
- Omaná
- WC
- Kortgjald
- Familjuvinarligt