Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Mariukirkjan
Stutt frá miðbýnum og tætt við viðarlundina í Havn stendur katólska kirkjan, Mariukirkjan. Hon varð vígd í 1987. Kirkjan frammanundan var bygd upp í Sankta Frans skúlan nakað longri nið
Við inngongdina sæst ein glarbrotamynd, sum danin Svend Havsteen- Mikkelsen hevur gjørt. Arkitekturin Arni Winther hevur teknað kirkjuna og innbúgvið. Tróndur Patursson hevur staðið fyri glaslistini inni í kirkjuni. Hann hevur teknað og málað glasvindeyguni og altartalvuna. Við altartalvuni hevur Tróndur skapað eina útgávu av Jesusi, sum vísir fram síni sár. Í glasmálninginum høgrumegin sæst ein opin føroyskur útróðrarbátur við manning á uppøstum sjógvi. Við bátin sæst Jesus: „Í fjórðu náttarvøku kom nú Jesus til teirra, gangandi á vatninum“ (Matt 14,25).
Inni í kirkjuni er eisini ein træskurður av Mariu moy, sum trælistamaðurin úr Leynum, Ole Jacob Nielsen, hevur skorið. Hetta er ein eftirgerð av træskurðinum, sum finst millum víðagitnu ríkt útskornu ‘Kirkjubøstólarnar’ frá 1400-talinum. Teir, sum vórðu tiknir úr Ólavskirkjuni í Kirkjubø og nú kunnu upplivast á Tjóðsavninum.
Bústaður
Mariugøta 4
Tórshavn
Upplatingartíðir
-
Stongt