Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Miðstaðarlundin í Fuglafirði
Ein veðurgóð lund mitt í Fuglafirði
Mitt í Fuglafirði, beint við bókasavnið og kirkjuna, liggur ein vøkur, fjálg og veðurgóð lund, við góðum útsýni, grasfløtum at spæla á og runnum og trøum, ið veita lívd. Her hittast fólk til spæl og hugna, og her er um summarið ein støkk-upp útikafé, sum kallast Hjallurin.
Í desember 2023 var Karyatida reist her - eitt minnismerki fyri kvinnur um allan heim sum doyðu í barsilssong. Minnismerki hevur listakvinnan Guðrið Poulsen gjørt.
Seinastu mongu árini hevur ein uttanduragudstænasta verið hildin her annan hvítusunnudag.
Á Mentanardøgunum og aðrar tíðir, verða ofta tiltøk løgd her, tí her er so vakurt og veðurgott, og so liggur miðstaðarlundin mitt í býnum.
Bústaður
65VP+664, Fuglafjørður 530, Færøerne
Eysturoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Bókasavn
- WC
- Parkering
Øki / Bólkar