Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Mikladals Kirkja

Kirkjan ið stendur har í dag er vígd í 1915

6. juli 1855 er kirkjusýn í Mikladali, og har siga sýnsmennirnir, at kirkjan er í so ringum standi, at hon ikki kann umvælast, og harafturat er hon ov lítil. Teir ráða tí til, at kirkjan verður niðurtikin og nýggj bygd í staðin. Og av kirkjusýninum, sum verið hevur 12. juni 1860 sæst, at nýggj kirkja er bygd í 1859.

Frá aldarskiftinum og fram til 1915 var kirkjan í sera ringum standi. Kirkjusýnini hesa tíðina hava nógvar viðmerkingar um, at so er. Eisini íbúgvarnir í Mikladals sókn gera vart við seg. 26. mai 1909 skriva teir bræv til Færø Amt, har teir greiða frá, hvussu vánaligum standi kirkjan er í.

Aftaná drúgt brævaskifti millum krikjuráð, próst og amt, m.a. um peningaviðurskifti, verður tó avgjørt at fara undir umfatandi umbygging av kirkjuni.

Í 1915 byrjar umbyggingin, so núverandi kirkja er bert lutvís nýggj. Veggirnir og skjøldrarnir vórðu munandi hækkaðir, jarntak kom á í staðin fyri tað gamla, sum var skifur; hon var klødd innan við viði, og uttan varð hon pussað. Fyrr vóru eingi vindeygu á norðaru síðu, men nú eru 4 størri og 1 minni á hvørjari síðu. Tornið er av timbri, klætt við jarni, og spírið er smíðað úr jarni við vimpli á.

15. desember 1915 varð kirkjan so vígd av Fr. Petersen, prósti. Hjástaddir vóru, umframt bygdafólk, Absalon Joensen, sum eitt skifti var prestur í Norðoyggjum, amtmaðurin og sjefurin á danska sjóverjuskipinum Beskytteren, sum kom norður við próstinum og amtmanninum.

[KELDA: J. P. Gregoriussen, Eldru Hválvkirkjurnar]

Bústaður

Fornagøta 12

Norðoyggjar