Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

No 10

  • No 10 leir

Leirlista handil

No 10 leirlist
Møðgurnar, Óluva Johannessen og Kára Gunna Óladóttir, eiga leirlistamerkið No 10. Sum smágenta sá Óluva mammu sína geva leiri snið. Lutirnir vórðu til koppar og skálir, føt og íløt, figurar og nips.

Listin leikaði og kveikti, eggjaði og stimbraði. Her brast fyri nev. Í juni 2007 stóð Óluva royndina sum útbúgvin listahandverkari í keramiskari sniðgeving á tí lítla, men heimskenda Glas- & Keramikskolen Bornholm, sum er partur av Danmarks Designskole, ein deild undir skúlunum hjá kongaliga danska listaháskúlanum fyri arkitektur, formlist og konservering undir ráðstovuni fyri gransking, innovatión og framhaldsútbúgving.

Óluva Johannessen hevur sín egna, mjúka, áhitna stíl, ið hevur ruddað henni slóð til fleiri framsýningar í eitt nú Listaskálanum hjá Listasavni Føroya og Norðurlandahúsinum.

Kára Gunna Óladóttir hevur drúgvar royndir sum lærari í leirlist hjá kvøldskúlanum í Havn, og møðgurnar hava kastað saman og forma sína leirlist á egnum verkstaði í Lucas Debesar gøtu 10 í Havn.

Bústaður

6 Lucas Debesar gøta, Tórshavn 100, Faroe Islands

Tórshavn