Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Nólsoy
Nólsoy er ein oyggj ið hevur nógv at bjóða
Nólsoy er ein av smáu oyggjunum í Føroyum, 10 km² til víddar, og liggur stutt eystan fyri høvuðsstaðin Tórshavn. Hóast Nólsoy er 371 metrar høg, so er hon tann lægsta av øllum 18 oyggjunum í Føroyum. Í 2004 kom Nólsoyggin uppí Tórshavnar kommunu eftir at hava verið sjálvstøðug kommuna. Tó at eingin býráðslimur er nólsoyingur er ein fólkavald staðbundin nevnd mannað við nólsoyingum, sum ráðgevur býráðnum í málum, sum viðkoma nólsoyingum og Nólsoynni. Fólkatalið í oynni, tá ið tað var størst (1970), var um 350. Eftir minking í nøkur ár er áhugin at flyta til Nólsoyar markant vaksin. Í t.d. 2019 var burðaravlopi 8 tá ein doyði og 9 nýggir nólsoyingar komu til verðina. Í 2021 búgva umleið 230 fólk í Nólsoy.
Í sanginum hjá Hans Andreasi Djurhuus Lítið yvir Føroyaland, tekur hann soleiðis til: Nólsoy ryggin úr sær spennir, stendur stinn – so long og mjá, verjir fyri Havnarvág.
Vit í Nólsoy eru glað fyri øll vitjandi í oynni og vilja gera okkara besta fyri at tú skal fáa eina so góða uppliving sum til ber. Tað er okkara vón at tú fert væl um meðan tú ert á vitjan.
Vælkomin
Bústaður
9 Malarendavegur, Nólsoy 270, Faroe Islands
Streymoy
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Søguligt stað
- WC
- Familjuvinarligt
- Bólkar