Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Norðlýsið

Siglitúrar við Norðlýsinum

Skonnartin Norðlýsið siglir í ferðavinnu kring føroyar.
Skipið varð bygt á Tórshavnar Skipasmiðju og stóð liðugt tann fimta mei 1945, sama dagin sum annar heimsbardagi endaði. Tá var skipið riggað sum slupp við stórmastur og mesani og varð brúkt sum línu-, snøris- og snelluskip. sí Norðlýsið í fiskivinnu.
Fyrst í áttatiárunum fekk Tróndur Patursson skipið og fór undir at umbyggja og ístandseta troyttu fiskiskútuna til hesa framúrskarandi skonnartina ið vit øll kenna so væl. Tróndur metir Norðlýsið eitt av sínum fremstu listarverkum. sí Frá fiskifari til listarverk.
Síðani fyrst í nýtiárunum hevur Norðlýsið siglt í ferðavinnu við navnframa Birgir Enni við stýrisvølin. Birgir legði frá sær í 2019.
Frá januar 2020 til mai 2021 er munandi viðlíkahald framt á skipið, nýggjur motorur er ísettur og seglini eru skift. Tillagingar eru framdar á umstøðurnar umborð at økja um hugnaðin hjá gestum og manning. Partafelag TN24 eigur og rekur Norðlýsið.

Sí annars Søgan hjá Norðlýsinum

Bústaður

Skálatrøð, Tórshavn 100, Faroe Islands

Tórshavn